Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. juni 2021 Nr. 95

Kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir

Við heimild í § 49, stk. 10 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 19. juni 2020 og løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Henda kunngerð ásetir

Henda kunngerð ásetir 1) treytir fyri at fáa lut í kvotum sambært § 49, stk. 1 og 2, og 2) mannagongdir og treytir í sambandi við umsóknir eftir kvotum sambært § 49, stk. 1 og 2. Vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49, stk. 1

§ 2 Í 2021 verða sambært § 14, stk. 1, § 14 a, § 15, stk. 1 og 2 og § 15 b í løgtingslógini sett av…

Í 2021 verða sambært § 14, stk. 1, § 14 a, § 15, stk. 1 og 2 og § 15 b í løgtingslógini sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir: 1) 7.813 tons av makreli, 2) 10.824 tons av norðhavssild, og 3) 18.961 tons av svartkjafti. Stk. 2. Umframt nøgdirnar sambært stk. 1 verða ávikavist 847 tons av makreli, 779 tons av norðhavssild og 1.768 tons av svartkjafti flutt frá 2020 til at verða fiskað í 2021, sbr. § 14 a, stk. 2 í løgtingslógini. Nøgdirnar verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Stk. 3. Umframt nøgdirnar sambært stk. 1 og 2 verða ávikavist 4.260 tons av makreli og 8.095 tons av norðhavssild flutt frá 2020 til at verða fiskað í 2021, sbr. § 15 b, stk. 2 í løgtingslógini. Nøgdirnar verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Stk. 4. Nøgdirnar, sambært stk. 2 og 3, kunnu bert gagnnýtast í 2021 og falla hareftir burtur, sbr. § 14 a, stk. 3 og § 15 b, stk. 3 í løgtingslógini. Ískoytiskvota sambært § 49, stk. 2

§ 3 Í 2021 verða sambært § 15, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini sett 12.640 tons av svartkjafti av til…

Í 2021 verða sambært § 15, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini sett 12.640 tons av svartkjafti av til ískoytiskvotur. Stk. 2. Umframt nøgdina sambært stk. 1 verða 5.208 tons av makreli og 7.216 tons av norðhavssild sett av til ískoytiskvotur til tey fiskifør, ið hava fingið játtað ískoytiskvotu í 2020, og sum er endurnýggjað í 2021. Stk. 3. Harumframt verða 1.178 tons av svartkjafti flutt frá 2020 til at verða fiskað í 2021, sbr. § 14 a, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 4. Harumframt verða 564 tons av makreli og 519 tons av norðhavssild flutt frá 2020 til at verða fiskað í 2021, sbr. § 14 a, stk. 2 í løgtingslógini. Nøgdirnar verða settar av til ískoytiskvotur til tey fiskifør, ið hava fingið játtað ískoytiskvotu í 2020, og sum er endurnýggjað í 2021. Stk. 5. Nøgdirnar, sambært stk. 3 og 4, kunnu bert gagnnýtast í 2021 og falla hareftir burtur, sbr. § 14 a, stk. 3 í løgtingslógini. Treytir til umsóknir eftir kvotum sambært § 49, stk. 1, 1. pkt. í løgtingslógini

§ 4 Umsókn um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir skal sum minstamark hava hesar upplýsingar

Umsókn um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir skal sum minstamark hava hesar upplýsingar: 1) umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina vinnuliga roynd ella verkætlan, sum kvotan skal nýtast til, 2) umsóknin skal lýsa, hvørja nøgd av fiskaslagnum ella nøgdir av fiskasløgum søkt verður um og fyri hvat áramál, 3) umsóknin skal lýsa, hvussu vinnuliga royndin ella verkætlanin, ið kvotan skal nýtast til, kann skapa ella stimbra undir menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av fiskaslagnum, 4) umsóknin skal lýsa virkisætlan og fíggjarætlan og ymsu tættirnar í verkætlanini, harundir hvat fer fram umborð, hvat fer fram á landi, og hvussu sølan fer fram, 5) virkisætlanin, sambært nr. 4, skal fevna um sølu og marknað, og virkisætlanin skal ítøkiliga vísa møguliga gongd frá rávøru til hálvlidna vøru til liðugvøru, 6) umsóknin skal neyvt upplýsa, hvussu vinnuliga royndin ella verkætlanin er fyrireikað, og nær ítøkiliga verður byrjað, og 7) um umsøkjari og eigari av fiskifari ikki er tann sami, er endalig tilsøgn treytað av, at umsøkjari innan ávísa tíðarfreist skjalprógvar avtalu við eigara av fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5, ið skal veiða tillutaðu rættindini fyri umsøkjaran. Avtalan gerst tá partur av umsóknargrundarlagnum. Stk. 2. Umsóknin kann fevna um virksemi á sjógvi eins og virksemi á landi. Stk. 3. Um umsøkjari og eigari av fiskifari ikki er tann sami, skal bert umsøkjarin lúka treytirnar sambært § 49, stk. 3 í løgtingslógini. Treytir til umsóknir eftir kvotum sambært § 49, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslógini

§ 5 Umsókn um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið fevnir um ítøkiligt keyp av fiskifari…

Umsókn um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið fevnir um ítøkiligt keyp av fiskifari uttan veiðiloyvi ella uttan fiskiloyvi í bólki 5, skal sum minstamark hava hesar upplýsingar: 1) skjalprógv fyri ítøkiligum keypi av fiskifari, 2) nær fiskifarið er klárt at fara til fiskiskap, 3) hvørjar minstunøgdir av ávísa fiskaslagnum skulu til, fyri at íløgan fer at bera seg, og 4) rakstrarætlan fyri skipakeyp og rakstur av skipinum trý tey fyrstu árini og váttan fyri rakstrarfígging. Stk. 2. Í sambandi við ítøkiligt keyp av fiskifari skal umsøkjarin lúka treytirnar í § 49, stk. 3 í løgtingslógini. Stk. 3. Áðrenn endalig tilsøgn kann verða givin, skal fiskifarið lúka treytirnar sambært § 5, stk. 1, nr. 2-5 í løgtingslógini. Stk. 4. Fiskifar, sambært § 49, stk. 1, 2. pkt., kann fiska av tillutaðu nøgdunum sambært endaligu tilsøgnini, og kemur annars í tíðarskeiðinum, endaliga tilsøgnin er í gildi, undir somu rættindi og skyldur sum eigarar av fiskifari við veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, tó uttan at vera fevnt av § 7, stk. 1 og 2 í løgtingslógini. Treytir til umsóknir fyri at fáa lut í ískoytiskvotum sambært § 49, stk. 2

§ 6 Fyri at kunna fáa lut í kvotuni sambært § 3, stk. 1 og 3, skal fiskifarið í 2019 ella 2020 hava…

Fyri at kunna fáa lut í kvotuni sambært § 3, stk. 1 og 3, skal fiskifarið í 2019 ella 2020 hava fingið útskrivað fiskiloyvi og skal í hesum sambandi vera skrásett at hava avreitt svartkjaft av føroyskum kvotum. Stk. 2. Í umsóknini skal eigari av fiskifari við støði í roknskapi, fiskiskapi higartil og øðrum viðkomandi tilfari, skjalprógva yvir fyri Fiskimálaráðnum, hví viðkomandi ikki metir seg, við verandi kvotugrundarlagi, hava eitt nóg stórt kvotugrundarlag til at skipa verandi skiparakstur. Stk. 3. Ískoytiskvotan kann bert fiskast við tí í tilsøgnini nevnda fiskifari. Meting og tilmæli av umsóknum

§ 7 Umsóknir eftir kvotu sambært hesi kunngerð verða viðgjørdar við støði í innkomnum tilfari og…

Umsóknir eftir kvotu sambært hesi kunngerð verða viðgjørdar við støði í innkomnum tilfari og treytum sambært løgtingslógini og hesi kunngerð. Umsóknirnar verða mettar við støði í teimum høvuðsfyrilitum, ið tilskilað eru í skjali 1-3 til hesa kunngerð og lóggávuni annars. Stk. 2. Umsóknir sambært § 49, stk. 1, 1. og 2. pkt. í løgtingslógini verða viðgjørdar undir einum. Frágreiðing í sambandi við endurnýggjan av kvotum

§ 8 Í sambandi við, at fiskiloyvi til vinnuligar royndir og verkætlanir kann verða endurnýggjað á…

Í sambandi við, at fiskiloyvi til vinnuligar royndir og verkætlanir kann verða endurnýggjað á hvørjum ári í upp til fimm ár, skal teldutøk frágreiðing um vinnuligu royndina og verkætlanina latast Fiskimálaráðnum. Frágreiðingin skal m.a. innihalda gongd og niðurstøður frá vinnuligu royndini og verkætlanini. Hetta er eisini galdandi fyri ítøkiligt keyp av fiskifari. Stk. 2. Frágreiðing um vinnuligu royndina og verkætlanina í einum álmanakkaári skal latast inn í seinasta lagi 1. februar árið eftir. Stk. 3. Frágreiðingin sambært hesi grein er grundarlag undir metingini um endurnýggjan av kvotuni sambært hesi kunngerð. Oyðubløð og leistur til frágreiðingar

§ 9 Landsstýrismaðurin ger oyðublað, ið skal nýtast í sambandi við umsóknir sambært hesi kunngerð

Landsstýrismaðurin ger oyðublað, ið skal nýtast í sambandi við umsóknir sambært hesi kunngerð. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger leist fyri árligu frágreiðingunum í sambandi við endurnýggjan av fiskiloyvinum, sbr. § 8. Revsing

§ 10 Umsøkjari, sum hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella í sama sambandi hevur tagt…

Umsøkjari, sum hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella í sama sambandi hevur tagt burtur týðandi upplýsingar í sambandi við umsókn sína, kann verða revsaður við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Gildiskoma og úrgildisseting

§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 118 frá 10. juli 2020 um kvotur av makreli og norðhavssild til vinnuligar royndir og verkætlanir. Fiskimálaráðið, 11. juni 2021 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) Skjal 1 Metingarskjal í sambandi við kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 4 í kunngerðini Umsóknir skulu viðgerast og metast við grundarlagi í teimum ítøkiligu upplýsingunum, ið umsóknin hevur um vinnuligu royndina ella verkætlanina og tí virksemi, ið er grundarlag undir teimum. Ítøkiliga verður metingin serliga grundað á hesi fyrilit: 1) Í hvussu stóran mun stuðlar verkætlanin, royndin ella virksemið, ið umsóknin fevnir um, undir: a) menning og nýskapan, tað veri seg innan tøkniligan útbúnað og mannagongdir, eins og vørumenning, b) virðisøking, tað merkir teir møguleikar fyri virðisøking, ið verkætlanin hevur til endamáls, c) at virka veiðuna umborð, og d) at virka veiðuna á virkjum á landi. 2) Í heildarmetingini verður dentur lagdur á, at fíggjarlig orka er tøk hjá umsøkjarunum til vinnuligu royndina ella verkætlanina, eins og hvørjar førleikar grundarlagið fyri vinnuligu royndini ella verkætlanini er bygt á. 3) Treytina í § 49, stk. 3 í løgtingslógini, ið m.a. tilskilar at “Bert feløg ella persónar, sum hvør sær ella saman við nærstandandi ella øðrum, beinleiðis ella óbeinleiðis, og sum í mesta lagi hava ræði á 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær, sambært stk. 1 og 2, kunnu fáa lut í kvotu sambært stk. 1 og 2...”. (Um umsøkjari og eigari av fiskifari ikki er tann sami, skal bert umsøkjarin lúka hesa treyt). Týðandi partur av metingini eru upplýsingar um, nær verkætlanin ella royndin byrjar, eins og útlitini fyri, at verkætlanin gerst virkin og sjálvberandi, tá tíðarskeiðið er farið. Niðurstøðan í viðgerðini skal byggja á eina heildarmeting av vinnuligu royndini ella verkætlanini, nevnd í punktunum omanfyri, umframt onnur atlit sambært lóggávuni annars. Skjal 2 Metingarskjal í sambandi við kvotur til ítøkiligt skipakeyp, sambært § 5 í kunngerðini Umsóknir skulu viðgerast og metast við grundarlagi í teimum ítøkiligu upplýsingunum, ið umsóknin hevur um ítøkiliga skipakeypið. Ítøkiliga verður metingin serliga grundað á hesi fyrilit: 1) Í hvønn mun verkætlanin er klár at føra út í lívið beinanvegin. Her verður serliga hugt eftir, hvørt umsóknin inniheldur: a) skjalprógvaða avtalu um ítøkiligt skipakeyp, b) játtan at fíggja skipakeypið og neyðuga rakstrarfígging, og c) rakstrarætlan, ið ber seg fíggjarliga við minstu nøgdum, sum søkt verður um. 2) Treytina í § 49, stk. 3 í løgtingslógini, ið m.a. tilskilar at “Bert feløg ella persónar, sum hvør sær ella saman við nærstandandi ella øðrum, beinleiðis ella óbeinleiðis, og sum í mesta lagi hava ræði á 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær, sambært stk. 1 og 2, kunnu fáa lut í kvotu sambært stk. 1 og 2...”. Niðurstøðan í viðgerðini skal byggja á eina heildarmeting av verkætlanini. Í heildarmetingini verður dentur lagdur á punktini nevnd omanfyri, umframt onnur atlit sambært lóggávuni annars. Harumframt verður eisini hugt at øðrum viðurskiftum í umsóknini, ið kunnu styrkja rakstrargrundarlagið. Skjal 3 Metingarskjal í sambandi við ískoytiskvotur, sambært § 6 í kunngerðini Umsóknir skulu viðgerast og metast við grundarlagi í teimum ítøkiligu upplýsingunum um skiparaksturin higartil. Umsøkjari skal grundgeva og skjalprógva fyri Fiskimálaráðnum, hví viðkomandi metir seg hava tørv at fáa lut í ískoytiskvotunum við eitt nú at vísa á skiparoknskapin seinastu árini, fiskiskapin higartil, o.s.fr. Tað er ikki ein avgjørd treyt fyri at fáa ískoytiskvotu, at fiskifarið, ið søkt verður um ískoytiskvotu til, hevur veiðiloyvi. Fyri at fáa lut í ískoytiskvotu skal umsóknin í minsta lagi lúka treytirnar í løgtingslógini og kunngerðini, harundir: 1) Treytina í § 49, stk. 3 í løgtingslógini, ið m.a. tilskilar at “Bert feløg ella persónar, sum hvør sær ella saman við nærstandandi ella øðrum, beinleiðis ella óbeinleiðis, og sum í mesta lagi hava ræði á 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær, sambært stk. 1 og 2, kunnu fáa lut í kvotu sambært stk. 1 og 2...”. 2) At fiskifarið, umsóknin fevnir um, í 2019 ella 2020 hevur fingið útskrivað fiskiloyvi og í hesum sambandi er skrásett at hava avreitt svartkjaft av føroyskum kvotum. Í metingini verður dentur lagdur á, at møgulig játtað ískoytiskvota tryggjar, at skiparaksturin ber seg. Í hesum sambandi skal umsøkjari tilskila eina minstunøgd av ískoytiskvotu til tess at tryggja verandi skiparakstur.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙