Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. juni 2013 Nr. 94

Kunngerð um afturrindan av meirvirðisgjaldi til sendistovur o.o. av vørum og tænastum keyptar í Føroyum

Við heimild í § 36, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 24. apríl 2013, verður ásett:

§ 1 Útlendskar sendistovur kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjald á vørum og tænastum…

Útlendskar sendistovur kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjald á vørum og tænastum keyptar í Føroyum, tá keypt verður fyri 750 kr. ella meira, meirvirðisgjald íroknað, og vøran ella tænastan skal nýtast av sendistovuni. Stk. 2. Útlendskir stjórnarsendimenn kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjald á vørum og tænastum keyptar í Føroyum, tá keypt verður fyri 750 kr. ella meira, meirvirðisgjald íroknað, og vøran ella tænastan skal nýtast av stjórnarsendimanninum sjálvum ella familju hansara. Stk. 3. Keyp, ið eru gjørd sama dag og frá sama seljara, kunnu leggjast saman, tá gjørt verður upp um keypið er ájavnt ella yvir minstuupphæddina. Stk. 4. Minstaupphæddin í stk. 1 og 2 er ikki galdandi fyri meirvirðisgjald á ravmagni, fýringsolju, fjarhita og renovatión.

§ 2 Meirvirðisgjald verður ikki endurgoldið fyri keyp av antikvitetum, brúktum leysafæ, gávukortum,…

Meirvirðisgjald verður ikki endurgoldið fyri keyp av antikvitetum, brúktum leysafæ, gávukortum, atgongumerkjum til undirhald og heilivági.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd Fíggjarmálaráðið, 28. juni 2013 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙