Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juli 2018 Nr. 93

Kunngerð um gjald fyri serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, sum broytt við kunngerð nr. 104 frá 23. juli 2018

Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:

§ 1 Heilsutrygd kann rinda útreiðslur til serlæknaviðgerð hjá serlækna undir hesum treytum

Heilsutrygd kann rinda útreiðslur til serlæknaviðgerð hjá serlækna undir hesum treytum: 1) Viðkomandi serlækni skal virka sum serlækni innan ta serlæknagrein, ið er nevnd í skjali 1 í hesi kunngerð, 2) er fevndur av Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende anden speciallægehjælp end øjen- og ørelægehjælp ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya vedrørende øjenlægehjælp på Færøerne ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende ørelægehjælp på Færøerne, og 3) umsóknin sambært § 4 er gingin á møti. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger skjal 1 út frá eini heildarmeting av tørvinum á serlæknaviðgerð við atliti til m.a. sjúklingar, serlæknamanning, játtan og ætlanir innan heilsuverkið. Ávísing til serlækna

§ 2 Treytin fyri, at Heilsutrygd kann gjalda fyri serlæknaviðgerð er, at ein kommunulækni skrivliga…

Treytin fyri, at Heilsutrygd kann gjalda fyri serlæknaviðgerð er, at ein kommunulækni skrivliga hevur ávíst sjúkling til serlæknaviðgerð, áðrenn henda er byrjað.

§ 3 Ávísingin til serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, er bert galdandi, um serlæknin…

Ávísingin til serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, er bert galdandi, um serlæknin móttekur hana í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hon varð útflýggjað sjúklinginum. Treytir fyri at virka undir skipanini

§ 4 Serlækni, ið vil útinna serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, skal senda eina umsókn…

Serlækni, ið vil útinna serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, skal senda eina umsókn hesum viðvíkjandi til Heilsutrygd. Umsóknin verður skrivað á serstakt oyðublað hjá Heilsutrygd.

§ 5 Loyvið at útinna serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, kann í mesta lagi latast fyri tvey…

Loyvið at útinna serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, kann í mesta lagi latast fyri tvey ár í senn. Stk. 2. Broytast setanarviðurskiftini hjá serlæknanum, eftir at viðkomandi hevur fingið loyvi at útinna serlæknavirksemi, sum Heilsutrygd rindar fyri, skal nýggj umsókn sendast Heilsutrygd. Stk. 3. Heilsutrygd kann taka aftur loyvi at útinna serlæknavirksemi, sum Heilsutrygd rindar fyri, um so er, 1) at broytingar eru í skjali 1, 2) at serlækni ikki heldur ásetingarnar í hesi kunngerð, ella 3) at serlækni ikki heldur ásetingarnar í sáttmála partanna millum, t.e. Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende anden speciallægehjælp end øjen- og ørelægehjælp ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya vedrørende øjenlægehjælp på Færøerne ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende ørelægehjælp på Færøerne.

§ 6 Treytin fyri at virka undir skipanini er, at serlækni hevur autorisatión og lýkur § 1, stk. 1

Treytin fyri at virka undir skipanini er, at serlækni hevur autorisatión og lýkur § 1, stk. 1. Stk. 2. Heilsutrygd kannar, um serlæknin lýkur treytirnar í § 6, stk. 1. Stk. 3. Heilsutrygd sendir serlæknanum fráboðan um avgerðina.

§ 7 Serlækni kann boða frá, at viðkomandi tekur seg úr arbeiðinum

Serlækni kann boða frá, at viðkomandi tekur seg úr arbeiðinum. Stk. 2. Fráboðanin skal vera skrivlig og skal sendast til Heilsutrygd.

§ 8 Nærri ásetingar um treytir, skyldur og avmarkingar í t.d. talinum og sløgunum av vitjanum,…

Nærri ásetingar um treytir, skyldur og avmarkingar í t.d. talinum og sløgunum av vitjanum, viðtalum ella viðgerðum, eru ásettar í Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende anden speciallægehjælp end øjen- og ørelægehjælp ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya vedrørende øjenlægehjælp på Færøerne ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende ørelægehjælp på Færøerne. (Strikað) 1)

1) (Strikað). Gildiskoma

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018. Stk. 2. Teir sjúklingar, ið hava fingið eina tíð til serlæknaviðtalu áðrenn 1. august 2018, varðveita rættin til hesa serlæknaviðtalu. Heilsu- og innlendismálaráðið, 3. juli 2018 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) Skjal 1 Serlæknagreinar Heilsutrygd kann rinda fyri serlæknaviðgerð innan niðanfyrinevndu serlæknagreinar: 1) Plastikkirugi. 1) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 23. juli 2018.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙