Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. november 1999 Nr. 92

Kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug

Við heimild í § 105, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 verður ásett:

§ 1 Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er treytað av føðingardegnum, og eru…

Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er treytað av føðingardegnum, og eru freistirnar fyri avvarðandi álíkningarár hesar: Føðingardagur: Innlatingardagur: 1.1 ‑ 28.2 1. apríl 1.3 ‑ 30.4 1. mai 1.5 ‑ 30.6 1. juni 1.7 ‑ 31.8 1. juli 1.9 ‑ 31.12 15. august

§ 2 Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m., smb. §…

Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m., smb. § 1, stk. 1, nr. 7‑16 og § 2 í lógini, og teimum sum hava roknskaparskyldu, er 1. juni í álíkningarárinum.

§ 3 Økisskrivstovunum er tó heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistirnar…

Økisskrivstovunum er tó heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistirnar sambært §§ 1 og 2, tó ikki út um 15. august í álíkningarárinum.

§ 4 Treytin fyri, at eisini freist kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send…

Treytin fyri, at eisini freist kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send økisskrivstovunum, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin til líkningarvaldið.

§ 5 Freistirnar eru eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerðir fyri avvarðandi inntøkuár

Freistirnar eru eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerðir fyri avvarðandi inntøkuár.

§ 6 Hevur annar hjúnafelagin skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum…

Hevur annar hjúnafelagin skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er lýst í hesi kunngerð. Hjúnafelagar, sum báðir hava skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, ið hevur tann seinna føðingardagin.

§ 7 Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta…

Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella latin í postin. Sama er galdandi viðvíkjandi roknskapi og ognaruppgerð. Stk. 2. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag ella sunnu- ella halgidag, verður innlatingardagurin fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálastýrið, 19. november 1999 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙