Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. september 2016 Nr. 92

Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av skotvápnum

(Tillaging av ásetingum um seriunummar, vápnaprógv og p-tal)

§ 1 Í kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, nr. 1, litra d verður aftan á “Seriunummar á skotvápninum.” sett: “Er ikki gjørligt at lesa alt seriunummarið, so bert tann part, sum letur seg lesa.” 2. Í § 3, nr. 2, litra f verður aftan á “Vápnaprógvnummar” sett: “, um ánarin hevur vápnaprógv”. 3. Í § 6, stk. 3, nr. 1, litra b verður “og p-tal” strikað. 4. Í § 6, stk. 3, nr. 1, litra f verður aftan á “Vápnaprógvnummar” sett: “, um seljarin hevur vápnaprógv”. 5. Í § 6, stk. 3, nr. 3, litra b verður “og p-tal” strikað. 6. Í § 6, stk. 4, nr. 1, litra b verður “og p-tal” strikað. 7. Í § 6, stk. 4, nr. 1, litra f verður aftan á “Vápnaprógvnummar” sett: “, um seljarin hevur vápnaprógv”. 8. Í § 7, stk. 3, nr. 3, litra b verður “og p-tal” strikað. 9. Í § 8, stk. 2, nr. 2, litra b verður “og p-tal” strikað.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmansskrivstovan, 7. september 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður / Marjun Hanusardóttir (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙