Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. august 2010 Nr. 91

Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands

§ 1 Í kunngerð nr. 90 frá 27. september 2006 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til…

Í kunngerð nr. 90 frá 27. september 2006 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 1 og § 10, stk. 1 verður ”tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn” broytt til: ” Sjúklingahotellinum Tórshavn”. 2) Í § 5, stk. 1 verður ”tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn” broytt til: ”Sjúklingahotellið Tórshavn” 3) Í § 10, stk. 1 verður ”tað føroyska sjúklingaheimið” broytt til: ”Sjúklingahotellið Tórshavn”. 4) Í § 5, stk. 1 og 2 og § 10, stk. 1 og 2 verður ”Hovedstadens Sygehusfællesskab” broytt til: ”Region Hovedstaden”. 5) § 7, stk. 3 verður orðað soleiðis: ”Stk. 3. Treytin fyri at kunna verða ávístur sum fylgjari er, at fylgjarin er myndugur og er førur fyri at átaka sær uppgávuna sum fylgjari. Fylgjarin skal ikki hava aðrar ábyrgdir, meðan viðkomandi er fylgjari hjá sjúklinginum.” 6) Í § 10, stk. 3 og 4 verður ”Almanna- og heilsumálaráðið” broytt til: ”Leiðarin á Sjúklingahotellinum”. 7) § 10, stk. 5, 2. pkt. verður strikað. 8) Aftan á § 10 verður sett: ”§ 10a. Ávístir fylgjarar rinda 150,00 kr. um samdøgrið hvør fyri uppihald á sjúklingahotelli o.l., har matur er íroknaður uppihaldinum, tó í mesta lagi 1.500,00 kr. um mánaðin”. 9) § 11, 1. pkt. verður ”tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn” broytt til: ” Sjúklingahotellið Tórshavn”. 10) § 11, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Sjúkrahúsverkið kann endurrinda sjúklinginum 100,00 kr. um samdøgrið fyri kostútreiðslur”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 15. september 2010

Henda kunngerð kemur í gildi 15. september 2010. Heilsumálaráðið, 30. august 2010 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙