Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. august 2024 Nr. 91

Kunngerð um at sýna og góðkenna fiskiskip sambært altjóða sáttmála ILO 188

Við heimild í § 17, stk. 2, § 18, stk. 3, § 22, stk. 1 og 2 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri øll vinnulig fiskiskip við longd L1 á 15 metrar ella longri

Kunngerðin er galdandi fyri øll vinnulig fiskiskip við longd L1 á 15 metrar ella longri. Allýsingar

§ 2 Í hesi kunngerð merkir

Í hesi kunngerð merkir: 1) Sjófólk: Sjófólk, umframt skipari, sum eru fevnd av §§ 1 og 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki. 2) Fiskiskip: Eitt skip, sum verður nýtt til vinnuliga veiðu eftir fiski, hvali, kópi, roysningi, skeljadjórum ella øðrum livandi tilfeingi úr sjónum, undir hesum eisini skip, sum eru útgjørd sum fiskiskip og kunnu hagreiða veiðu. 3) Nýtt fiskiskip: Eitt fiskiskip, har: a) sáttmáli um bygging ella størri umbygging er gjørdur sama dag ella eftir, at hendan kunngerð er komin í gildi, b) sáttmáli um bygging ella størri umbygging er gjørdur, áðrenn hendan kunngerð er komin í gildi, og sum verður latin eigarunum trý ár ella meira eftir gildiskomuna, ella c) um so er, at sáttmálin um bygging ikki er gjørdur, tá hendan kunngerð kemur í gildi, men kjølurin er lagdur; ella byggingin, sum kann eyðmerkja eitt ávíst far, er byrjað; ella samlingin er byrjað, ið fevnir um minst 50 tons ella 1% av samlaðu mettu skrokkvektini, um síðstnevnda er minni. 4) Verandi fiskiskip: Eitt fiskiskip, sum ikki er eitt nýtt fiskiskip. 5) Longdin (L): Verður roknað sum 96% av samlaðu longdini á fríborði við 85% av minstu dýpd (moulded) mált frá kjøllinjuni ella sum longdin frá framendanum av stevninum til ásin av róðurstokkinum roknað á áðurnevnda fríborði, um tann longdin er tann størsta. Á skipum við kjølfalli skal fríborðið, sum longdin verður mátað á, vera javnfjar við konstruktiónsfríborðið. 6) Longdin L1: Longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni, til afturkant á húð, har hon sker yvirkant á dekki í afturstavn. Á opnum bátum verður longdin mátað á ovara kanti á stokkinum. Sýn

§ 3 Øll nýggj fiskiskip og fiskiskip, sum skifta til føroyskt flagg, skulu, áðrenn sýn verður hildið,…

Øll nýggj fiskiskip og fiskiskip, sum skifta til føroyskt flagg, skulu, áðrenn sýn verður hildið, senda inn skipstekningar, upplýsing um siglingarleiðir hjá skipinum og upplýsingar um manningina, sum Sjóvinnustýrið skal nýta til góðkenningina. Stk. 2. Skipstekningarnar skulu vísa, hvar arbeiðsrúm og uppihaldsrúm eru staðsett, stødd og innrætting, hvussu plássið er gagnnýtt, hvussu innbúgv og tilhoyr eru sett, og hvussu hiti, útlufting og útgongdir o.a. eru skipað. Stk. 3. Á verandi fiskiskipum skulu skipstekningar og upplýsingar sambært stk. 1 sendast Sjóvinnustýrinum til góðkenningar, áðrenn arbeiðsrúm og uppihaldsrúm verða broytt ella nýinnrættað. Freistir í sambandi við sýn av arbeiðsumstøðum hjá sjófólki á fiskiskipum við longd L1 á 15 metrar ella longri, tó styttri enn 24 metrar

§ 4 Fiskiskip við longd L1 á 15 metrar ella longri, tó styttri enn 24 metrar, skulu sýnast, sum nevnt…

Fiskiskip við longd L1 á 15 metrar ella longri, tó styttri enn 24 metrar, skulu sýnast, sum nevnt niðanfyri: 1) Eitt sýn í sambandi við fyrsta lógarbundna sýn eftir galdandi reglum, áðrenn skipið fer í rakstur. 2) Eitt sýn í sambandi við lógarbundið endurnýggjanarsýn eftir galdandi reglum, tó við í mesta lagi 5 ára millumrúmi. Freistir í sambandi við sýn av arbeiðsumstøðum hjá sjófólki á fiskiskipum við longd (L) á 24 metrar ella longri

§ 5 Fiskiskip við longd (L) á 24 metrar ella longri skulu sýnast soleiðis

Fiskiskip við longd (L) á 24 metrar ella longri skulu sýnast soleiðis: 1) Eitt sýn í sambandi við fyrsta lógarbundna sýn eftir galdandi reglum, áðrenn skipið fer í rakstur. 2) Eitt sýn í sambandi við lógarbundið miðsýn ella endurnýggjanarsýn eftir galdandi reglum, tó við í mesta lagi 5 ára millumrúmi.

§ 6 Sjóvinnustýrið kann eftir eina ítøkiliga meting avgera, at eitt fiskiskip skal sýnast eyka

Sjóvinnustýrið kann eftir eina ítøkiliga meting avgera, at eitt fiskiskip skal sýnast eyka. Stk. 2. Fyri fiskiskip, ið eru uppløgd, kann Sjóvinnustýrið loyva, at áløgd skeiðbundin sýn heilt ella lutvíst fella burtur í tíðarskeiðinum, sum fiskiskipið er upp lagt, og einki sjófólk er mynstrað umborð. Sýnið fevnir um

§ 7 Sýn nevnd í §§ 4 og 5, fevna um sýn av starvsviðurskiftum hjá sjófólki, undir hesum í minsta lagi

Sýn nevnd í §§ 4 og 5, fevna um sýn av starvsviðurskiftum hjá sjófólki, undir hesum í minsta lagi: 1) Minstaaldur. 2) Heilsuprógv. 3) Førleikar hjá sjófólkunum. 4) Setanaravtala. 5) Brúk av løggildum hýrutænastum og ávísingartænastum. 6) Hvílitíð. 7) Manningarásetan. 8) Arbeiðsrúm og uppihaldsrúm. 9) Frítíðarhentleikar umborð. 10) Kostur og drekkivatn. 11) Heilsuverja og trygdarverja og fyribyrging av vanlukkum. 12) Sjúkuviðgerð umborð. 13) Útgjøld av hýru. Stk. 2. Sýn av arbeiðsrúmum, uppihalshaldsrúmum og frítíðarhentleikum umborð sambært stk. 1, nr. 8-10, verður framt sambært kunngerð um uppihaldsrúm í fiskiskipum o.a. og kunngerð um kost og drekkivatn o.a. í fiskiskipum, í tann mun hesar kunnu nýtast til skipið. Stk. 3. Skjøl sambært § 43 í løgtingslóg um sjófeingi kunnu metast sum nøktandi. Loyvisbrøv viðvíkjandi arbeiðsumstøðum hjá sjófólki

§ 8 Sjóvinnustýrið gevur út loyvisbræv viðvíkjandi arbeiðsumstøðum hjá sjófólki sambært hesi…

Sjóvinnustýrið gevur út loyvisbræv viðvíkjandi arbeiðsumstøðum hjá sjófólki sambært hesi kunngerð, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann við nærri ásettum treytum góðkenna viðurkend feløg, aðrar fyritøkur ella einstaklingar at fremja sýn ella gera góðkenningar vegna Sjóvinnustýrið.

§ 9 Fiskiskip, ið eru úti í fleiri enn tríggjar dagar, skulu, áðrenn tey fara í rakstur, hava eitt…

Fiskiskip, ið eru úti í fleiri enn tríggjar dagar, skulu, áðrenn tey fara í rakstur, hava eitt loyvisbræv viðvíkjandi arbeiðsumstøðum hjá sjófólki, um tey: 1) hava eina longd (L) á 24 metrar ella longri, ella 2) vanliga sigla meira enn 200 sjómíl frá føroysku strandarlinjuni. Stk. 2. Loyvisbrævið verður útgivið við støði í einum sýni, ið verður framt sambært §§ 4 og 5, ið fevnir um starvsviðurskifti hjá sjófólki sambært § 7. Stk. 3. Sjóvinnustýrið sýnir og útskrivar loyvisbræv eftir umsókn frá reiðarínum. Gildi og gildistíð

§ 10 Loyvisbræv viðvíkjandi arbeiðsumstøðum hjá sjófólki verður útgivið fyri eitt tíðarskeið á í mesta…

Loyvisbræv viðvíkjandi arbeiðsumstøðum hjá sjófólki verður útgivið fyri eitt tíðarskeið á í mesta lagi 5 ár, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Er eitt endurnýggjanarsýn framt innan 3 mánaðir, áðrenn galdandi loyvisbræv gongur út, verður nýggja loyvisbrævið galdandi í mesta lagi 5 ár frá tí, at verandi loyvisbræv gongur út. Stk. 3. Er eitt endurnýggjanarsýn framt meira enn 3 mánaðir, áðrenn galdandi loyvisbræv gongur út, er nýggja loyvisbrævið galdandi til í mesta lagi 5 ár eftir tann dag, endurnýggjarnarsýnið varð framt.

§ 11 Loyvisbrævið fer úr gildi, tá ið

Loyvisbrævið fer úr gildi, tá ið: 1) Viðkomandi sýn, ikki eru framd innan fyri tey gildistíðarskeið, ið eru nevnd í §§ 4 og 5. 2) Eitt skip ikki longur er undir føroyskum flaggi. 3) Reiðarin ikki tekur á seg ábyrgdina av rakstrinum av fiskiskipinum. 4) Týðandi broytingar í innrætting ella í arbeiðsrúmi og uppihaldsrúmi og frítíðarhentleikum eru gjørdar, og kunning ikki er send Sjóvinnustýrinum um broytingarnar sambært § 3, stk. 3. 5) Skipið ikki longur er fiskiskip. Stk. 2. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 2-4, kann eitt nýtt loyvisbræv bara verða útgivið, um Sjóvinnustýrið ella onnur sambært § 8, stk. 2, meta, at skipið livur upp til krøvini í § 7, stk. 1. Afturtøka

§ 12 Sjóvinnustýrið kann taka aftur loyvisbræv, um tað verður staðfest, at viðkomandi fiskiskip ikki…

Sjóvinnustýrið kann taka aftur loyvisbræv, um tað verður staðfest, at viðkomandi fiskiskip ikki livir upp til krøvini í hesi kunngerð, og at møgulig boð ikki eru útint. Stk. 2. Tá ið metast skal um, hvørt eitt loyvisbræv skal takast aftur, verða atlit tikin til álvaran og títtleikan av manglinum. Snið á loyvisbrævinum

§ 13 Sjóvinnustýrið tekur avgerð um innihald og snið á loyvisbrævinum

Sjóvinnustýrið tekur avgerð um innihald og snið á loyvisbrævinum. Stk. 2. Skip, sum hava skyldu at hava loyvisbræv um arbeiðsumstøður hjá sjófólki sambært § 9, stk. 1, skulu goyma frumritið av loyvisbrævinum umborð. Er frumritið talgilt, skal tað kunna verða víst fram á talgildum miðli. Stk. 3. Loyvisbrævið skal sum frumrit vísast eftir umbøn frá myndugleika. Revsiásetingar

§ 14 Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað…

Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni: 1) Ikki letur Sjóvinnustýrinum ella viðkomandi myndugleika upplýsingar sambært § 3, ella letur ófullfíggjaðar, skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur um týðandi viðurskifti. 2) Ikki letur skip sýna sambært § 4-6. 3) Ikki fylgir boðum, sum verða givin sambært § 8. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Gildiskoma

§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 20. august 2024 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙