Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. juli 1988 Nr. 91
Kunngerð um skipskokkaroynd, sum broytt við kunngerð nr. 93 frá 11. juli 1988
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Fyrireiking til skipskokkaroynd fer fram á teimum í lógini ásettu støðum eftir góðkenning frá…
Fyrireiking til skipskokkaroynd fer fram á teimum í lógini ásettu støðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 2 Ein og hvør, sum hevur verið á
Ein og hvør, sum hevur verið á a) grundskeiði, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent, og síðan havt lærutíð í kokkayrkinum til longdar í minsta lagi 23 mánaðir og av hesum í minsta lagi 12 mánaðir við havskipum ella b) hevur lærutíð í kokkayrkinum til longdar minst 33 mánaðir og av hesum í minsta lagi 18 mánaðir við havskipum og hevur verið á góðkendum skeiði í eldsløkking og í nýtslu av bjargingarútgerð v.m., kann verða upptikin á skipskokkaskeiði.
§ 3 1) Frálærutíðin er 20 vikur á 40 tímar og fevnir um hesar lærugreinir
1) Frálærutíðin er 20 vikur á 40 tímar og fevnir um hesar lærugreinir: Føroyskt Danskt Enskt Rokning/støddfrøði Tænastukunnleiki Heilsufrøði Føðsluevnisfrøði og reinføri Amboðslæra og viðlíkahald Eldhúslæra Proviantering og vørukunnleiki Matgerð Baking
§ 4 Til skipskokkaroynd verða 13 próvtøl givin
Til skipskokkaroynd verða 13 próvtøl givin: Føroyskt 1 próvtal í skrivligum Danskt 1 próvtal í skrivligum Enskt 2 próvtøl, harav eitt í skrivligum Rokning/støddfrøði 1 próvtal í skrivligum Tænastukunnleiki 1 próvtal í munnligum Heilsufrøði 1 próvtal í munnligum Føðsluevnisfrøði og reinføri 1 próvtal í skrivligum Proviantering og vørukunnleiki 2 próvtøl, harav eitt í skrivligum Matgerð 2 próvtøl fyri tvær verkligar royndir Baking 1 próvtal fyri eina verkliga roynd
§ 5 Landsskúlafyrisitingini verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu undirvísingin skal fara…
Landsskúlafyrisitingini verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu undirvísingin skal fara fram, lærukrøv og próvtøkureglur.
§ 6 Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið skipskokkaroynd, fær prógv frá Landsskúlafyrisitingini
Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið skipskokkaroynd, fær prógv frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 93 frá 11. juli 1988.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.