Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. juni 2021 Nr. 91
Kunngerð um studning til skúlagjald fyri næming, sum tekur gymnasiala miðnámsútbúgving á United World College Red Cross Nordic
Við heimild í § 6 b, stk. 1 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 22. apríl 2021, verður ásett:
§ 1 Studni kann veita studning til skúlagjald íroknað mat og innivist fyri næming, sum tekur…
Studni kann veita studning til skúlagjald íroknað mat og innivist fyri næming, sum tekur gymnasiala miðnámsútbúgving á United World College Red Cross Nordic í Noregi, eftir at hava lokið fyrsta árið av gymnasialum miðnámi í Føroyum. Stk. 2. Studningur til skúlagjald íroknað mat og innivist fyri tann einstaka næmingin kann í mesta lagi verða veittur í 2 ár. Stk. 3. Studningur verður í mesta lagi veittur soleiðis, at ein næmingur verður tikin inn um árið, og hann gongur í tvey ár í skúlanum.
§ 2 Føroyska nevndin fyri United World College, UWC Føroyar, sum virkar eftir reglum, sum…
Føroyska nevndin fyri United World College, UWC Føroyar, sum virkar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin góðkennir, velur ímillum umsøkjarar á hvørjum ári ein næming, sum verður mettur at vera skikkaður at verða tikin upp á UWC skúlanum.
§ 3 Umsókn um studning skal sendast Studna á serligum umsóknarblaði, sum Studni útvegar
Umsókn um studning skal sendast Studna á serligum umsóknarblaði, sum Studni útvegar. Stk. 2. Er umsøkjarin undir 18 ár, verður umsóknin váttað av foreldramyndugleikanum.
§ 4 Hvørja lestrarhálvu skal næmingurin av sínum eintingum senda Studna skjalprógv frá skúlanum um…
Hvørja lestrarhálvu skal næmingurin av sínum eintingum senda Studna skjalprógv frá skúlanum um lestrargongd og lestravirkni. Stk. 2. Um næmingur gevst, skal hann boða Studna frá beinanvegin.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 2. juni 2021 Jenis av Rana (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.