Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. juni 2018 Nr. 90

Kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy, sum broytt við kunnger nr. 106 frá 4. juli 2022

Við heimild í § í 6 c, stk. 2, § 24 og § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018 verður ásett:

Fevnd o.a.

§ 1 Kunngerðin fevnir um virking av laksi frá aling á sjónum av matfiski á alifirðum í Suðuroy

Kunngerðin fevnir um virking av laksi frá aling á sjónum av matfiski á alifirðum í Suðuroy. Stk. 2. Alifirðir í Suðuroy eru alifirðir, sum eru ásettir sbrt. § 6 a, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um aling av fiski v.m., ella, um alifirðir ikki eru ásettir eftir § 6 a, stk. 1 og 2, alifirðir ásettir í fylgiskjali 1 til kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum. Virking í Suðuroy

§ 2 Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Við virking eftir 1.…

Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Við virking eftir 1. pkt. skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur. Stk. 2. Tann, sum hevur aliloyvi, hevur ábyrgdina av, at kravið um virking í Suðuroy verður hildið. Upplýsingar o.a. frá loyvishavara

§ 3 Loyvishavari skal lata Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni frágreiðing um virkið og…

Loyvishavari skal lata Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni frágreiðing um virkið og felagið, har fiskurin verður virkaður. Slík frágreiðing skal latast bæði, um fiskurin verður virkaður á virki hjá loyvishavara, og um fiskurin verður virkaður á einum virki, sum loyvishavari ikki eigur. Stk. 2. Í frágreiðing sbrt. stk. 1 skulu vera hesar upplýsingar: 1) Navn og skrásetingarnummar á felagið, ið eigur virkið. 2) Staðseting og slag av virki. 3) Framleiðslukapasitetur. 4) Góðkenningar eftir løgtingslóg um matvørur v.m. 5) Møguligar um ella útbyggingarætlanir fyri at lúka krøv eftir løgtingslógini um matvørur v.m. og fyri at lúka krøv eftir hesi kunngerð. 6) Møguligar avtalur millum alifyritøku og virkið, sbr. stk. 3. Stk. 3. Verður avtala gjørd við virki, sum loyvishavari ikki eigur ella á samsvarandi hátt hevur ræði á, skal loyvishavari mótvegis Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni skjalprógva, at tað í avtaluni er sett sum treyt, at fiskurin verður virkaður í samsvari við § 1, stk. 3 í hesi kunngerð, og at tað í avtaluni eru settar reglur, sum tryggja, at treytin verður hildin uppi, herundir reglur um uppsøgn og endurgjald, um treytin ikki verður hildin. Undantøk

§ 4 1) Hóast ásetingina í § 2 er loyvt at flyta laks frá alibrúkum í Suðuroy til virkingar norðanfyri…

1) Hóast ásetingina í § 2 er loyvt at flyta laks frá alibrúkum í Suðuroy til virkingar norðanfyri treytað av, at í minsta lagi sama tal av fiski verður flutt suður aftur at virka í sama álmanakkaári. Stk. 2. 1) Tann, sum hevur aliloyvi, skal skjalprógva, at kravið í stk. 1 er lokið. Álegging um at virka aðrastaðni

§ 5 Í sambandi við sjúku og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, undir hesum fyribyrging og niðurberjing av lús…

Í sambandi við sjúku og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, undir hesum fyribyrging og niðurberjing av lús á laksi, kann Landsdjóralæknin áleggja, at fiskur verður virkaður aðrastaðni enn í Suðuroy. Álegging um 1. pkt. kann t.d. verða nýtt í førum, har tað er neyðugt at taka stórar nøgdir innan fyri stutta tíð, og virkir í Suðuroynni ikki hava nóg stóra framleiðsluorku at virka fiskin. Afturtøka av aliloyvi

§ 6 Um grov brot ella endurtikin brot verða framd á ásetingar í hesi kunngerð, kann aliloyvi verða…

Um grov brot ella endurtikin brot verða framd á ásetingar í hesi kunngerð, kann aliloyvi verða tikið aftur. Eftirlit

§ 7 Aliumstingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini…

Aliumstingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar. Kæra

§ 8 Avgerðir, tiknar av Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella av Landsdjóralæknanum…

Avgerðir, tiknar av Aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella av Landsdjóralæknanum eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Revsing

§ 9 Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni, ger brot á §§ 2 og 3, verður revsaður við sekt

Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni, ger brot á §§ 2 og 3, verður revsaður við sekt. Gildiskoma

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Skiftisreglur

§ 11 Feløg, sum, tá kunngerðin kemur í gildi, hava loyvi til aling á sjónum av matfiski á alifirðum í…

Feløg, sum, tá kunngerðin kemur í gildi, hava loyvi til aling á sjónum av matfiski á alifirðum í Suðuroy, skulu innan 1. januar 2019 hava fingið viðurskiftini í samsvar við ásetingarnar í hesi kunngerð. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. juni 2018 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 106 frá 4. juli 2022.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy · innanhýsis
Galdandi · 4. juli 2022

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙