Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. juni 2015 Nr. 90

Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.

(Møguleiki at vátta framd eftirlit við talgildari skráseting)

§ 1 Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við…

Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 22. september 2009, kunngerð nr. 85 frá 26. juni 2012, kunngerð nr. 123 frá 1. november 2013 og kunngerð nr. 28 frá 21. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 26 verður orðað soleiðis: “§ 26. Við eftirlit er at skilja forskriftareftirlit, sbrt. stk. 2, avgreiðslueftirlit, sbrt. stk. 4 og 5 og útflýggingareftirlit, sbrt. § 27. Stk. 2. Apotekið skal síggja til, at allar forskriftir, ið skulu avgreiðast, eru orðaðar samsvarandi ásetingunum í kapittul 2. Forskriftaeftirlitið skal fevna um forskriftina í síni heild, íroknað ávísingar, sum ikki skulu avgreiðast beinanvegin. Eftirlitið skal fremjast av farmaseuti, sí tó stk. 3, og skal váttast við átekning á forskriftina, ella skrásetast talgilt. Stk. 3. Apotekarin kann heimila farmakonomi at fremja eftirlitið av forskrift, undir ábyrgd apotekarans. Stk. 4. Við avgreiðslueftirlit skal síggjast til, at heilivágurin er rætt avgreiddur. Hetta eftirlit skal farmaseutur ella farmakonomur gera, og síðani vátta við átekning á navnaseðilin ella við talgildari skráseting. Stk. 5. Avgreiðslueftirlit fara fram eftir ásetingunum í § 27. Stk. 6. Er forskrift áður avgreidd á føroyskum apoteki, er eftirlitið eftir stk. 2 ikki neyðugt.” 2. Í § 27, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Tann persónur, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, skal við síni átekning á navnaseðilin ella við talgildari skráseting vátta, at eftirlitið er framt.” 3. Í §33, stk. 1 verður nr. 5 strikað.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 2. juni 2015 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙