Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. februar 2024 Nr. 9
Kunngerð um broyting í kunngerð um flagging frá landsins bygningum
(Broytingar vegna trúnuskifti í Danmark)
§ 1 Í kunngerð nr. 52 frá 23. apríl 2003 um flagging frá landsins bygningum, verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 52 frá 23. apríl 2003 um flagging frá landsins bygningum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í talvuni í kunngerðini verður í 8. raði, 2. teigi “Føðingardagur drotningarinnar” broytt til: “Føðingardagur Margrethu drotningarinnar”. 2. Í talvuni til kunngerðina verður í 13. raði, 2. teigi “Føðingardagur krúnprinsins” broytt til: “Føðingardagur kongs”. 3. Í talvuni til kunngerðina verður aftan á 22. rað sum nýtt rað sett: “ 15. oktober Føðingardagur krúnprinsins ”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmansskrivstovan, 29. februar 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður / John Rajani (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.