Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. februar 2010 Nr. 9

Kunngerð um skipan av sjúkraflutningstænastuni, sum broytt við kunngerð nr. 138 frá 24. september 2020

Við heimild í § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:

Sjúkraflutningstænastan

§ 1 Sjúkraflutningstænastan er partur av sjúkrahúsverki Føroya

Sjúkraflutningstænastan er partur av sjúkrahúsverki Føroya. Stk. 2. Sjúkraflutningstænastan er partur av samlaðu bráðfeingistilbúgvingini og umfatar flutning og viðgerð í sjúkrabili o.ø.

§ 2 Í hesi kunngerð skilst við

Í hesi kunngerð skilst við: 1) Sjúkrabil. Bilur, sum er innrættaður til bráðfeingishjálp til sjúklingar, føðandi kvinnur og skadd, sí kap. 4. Bilurin er harumframt innrættaður til heimkoyringar. 2) Responstíð. Tíðin frá tí, at boðini verða móttikin á vaktsentralinum hjá Sjúkraflutningstænastuni, og til sjúkrabilurin er á staðnum.

§ 3 Sjúkrabilur skal vera tøkur til persónar, sum hava brúk fyri bráðfeingis hjálp, vegna sjúku,…

Sjúkrabilur skal vera tøkur til persónar, sum hava brúk fyri bráðfeingis hjálp, vegna sjúku, skaða ella barnsburð. Stk. 2. Tá tørvur er á tí, skal tyrla, bjargingarbátur ella bátur leigast til sjúkraflutning. Stk. 3. Sjúkraflutningstænastan skal vera tilbúgvin alt samdøgrið.

§ 4 Landsstýrismaðurin tekur støðu til talið av sjúkrabilum í hvørjum einstøkum øki í landinum

Landsstýrismaðurin tekur støðu til talið av sjúkrabilum í hvørjum einstøkum øki í landinum Stk. 2. Landsstýrismaðurin tekur støðu til responstíðina í hvørjum einstøkum øki í landinum. Responstíðirnar verða almannakunngjørdar og fylgdar av Sjúkraflutningstænastuni.

§ 5 1) Sjúkrahúsverkið setur ein liðlækna, ið er serlækni innan anestesiologi, at hava umsjón við…

1) Sjúkrahúsverkið setur ein liðlækna, ið er serlækni innan anestesiologi, at hava umsjón við tænastuni og tryggja, at førleikarnir hjá sjúkraflutningsstarvsfólki kring landið eru nøktandi. Manning av sjúkrabilum og útbúgving v.m.

§ 6 Ein sjúkrabilur skal vera mannaður við í minsta lagi tveimum persónum. Ein av manningini skal…

Ein sjúkrabilur skal vera mannaður við í minsta lagi tveimum persónum. Ein av manningini skal vera viðgeri og hava gjøgnumført viðgerara-útbúgving ella líknandi útbúgving. Stk. 2. Liðlæknin skal góðkenna hvønn einstaka viðgera.

§ 7 Manningin í sjúkrabilinum skal duga at

Manningin í sjúkrabilinum skal duga at: 1) seta í verk viðgerð við útgerðini, sum er í sjúkrabilinum, 2) arbeiða á einum vanlukkustaði, 3) koyra sjúkrabilin, t.d. í sambandi við neyðsendarakoyring og varliga koyring við sjúklingi, føðandi kvinnu og skaddum persóni, 4) meta um vanlukkustaðið og boða frá, fyri at tryggja røttu hjálpina, 5) lyfta og bera rætt, 6) gera bjargingararbeiðið á vanlukkustøðum, t.d. kenna til frígering av skaddum og sløkkiarbeiði. 7) samstarva við løgreglu, sløkkilið og sjúkrahús. Stk. 2. Viðgerarin skal duga at átaksleiða eitt skaðastað.

§ 8 Landsstýrismaðurin ásetur í reglugerð galdandi útbúgvingar fyri manningina í sjúkrabilunum

Landsstýrismaðurin ásetur í reglugerð galdandi útbúgvingar fyri manningina í sjúkrabilunum. Útgerð og innrætting av sjúkrabilinum

§ 9 Sjúkrabilurin skal vera innrættaður á slíkan hátt, at sjúk, føðandi og skadd skynsamt verða…

Sjúkrabilurin skal vera innrættaður á slíkan hátt, at sjúk, føðandi og skadd skynsamt verða upptikin, viðgjørd og eftiransað. Flutningurin til sjúkrahús ella annað viðgerðarstað skal fara skynsamt fram. Stk. 2. Sjúkrabilurin skal vera útgjørdur við útgerð, ið kann nýtast til grundleggjandi frígeran, flytan og bráðfeingisviðgerð av sjúklingi, umframt grundleggjandi sløkkiútgerð. Stk. 3. Sjúkrabilurin skal, umvegis sendara ella fartelefon, samskifta við vaktsentralin hjá Sjúkraflutningstænastuni o.o. Stk. 4. Sjúkrabilurin skal í aðrar mátar verða útgjørdur soleiðis, at hjálp kann veitast samsvarandi kap. 3. Gildiskoma

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2010

Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2010. Heilsumálaráðið, 19. februar 2010 Aksel Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 138 frá 24. september 2020.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um skipan av sjúkraflutningstænastuni · innanhýsis
Galdandi · 24. september 2020

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙