Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. februar 2009 Nr. 9
Kunngerð um mikrobiologisk metingarstøði fyri matvørur
Við heimild í § 45a í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. og samsvarandi heilsufrøðiligu avtaluni við ES verður ásett:
§ 1 Kunngerðin ásetir mikrobiologisku metingarstøðini fyri matvørur
Kunngerðin ásetir mikrobiologisku metingarstøðini fyri matvørur.
§ 2 Øll matvøruframleiðsla, bæði til heimamarknaðin og til útflutings, skal fara fram eftir reglunum…
Øll matvøruframleiðsla, bæði til heimamarknaðin og til útflutings, skal fara fram eftir reglunum í Kommissionens forordning (EF) nr. 2073/2005 af 15. november 2005 om mikrobiologiske kriterier for fødevarer, sum broytt við Kommissionens forordning (EF) nr. 1441/2007 af 5. december 2007 om ændring af forordning (EF) nr. 2073/2005 om mikrobiologiske kriterier for fødevarer. Fyriskipanin er tikin við sum skjal til hesa kunngerð 1) .
§ 3 Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum brýtur…
Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum brýtur ásetingar í Kommissions forordning (EF) nr. 2073/2005 af 15. november 2005 om mikrobiologiske kriterier for fødevarer. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast smbrt. § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi § 123 í Kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi. Vinnumálaráðið, 5. februar 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Fyriskipanin er ikki løgd út her, sí Kunngerðablað D, hefti 1 frá 9. februar 2009.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.