Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

31. mai 2001 Nr. 89

Kunngerð um barsilsgjald

Við heimild í § 19, stk. 3, í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, verður ásett:

§ 1 Áðrenn inntøka, sum er gjaldsskyldug eftir § 18 í lógini, verður útgoldin persóni, sum er…

Áðrenn inntøka, sum er gjaldsskyldug eftir § 18 í lógini, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur eftir § 17 í lógini, skal barsilsgjaldið eftir § 19 í lógini avroknast gjøgnum eitt av landsstýrismanninum góðkent stað til avrokningar av lønum. Avrokningarstaðið avroknar barsilsgjaldið til Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum eftir § 17, stk. 2, nr. 2, í lógini, skulu hesi avrokna sín part av barsilsgjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya 1) við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka barsilsgjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella 2) við at rinda barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 7 dagar eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálastýrið, 31. mai 2001 Høgni Hoydal, varaløgmaður, fyri Karsten Hansen, landsstýrismann, (sign.) / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
barsilsgjald · innanhýsis
Áður galdandi · 5. juli 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙