Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. juni 2019 Nr. 89
Kunngerð um broyting í kunngerð um tillutan av aliloyvum
(Rætting í nummarrøðini í skjali 1)
§ 1 Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum verður skjal 1 orðað sum ásett í…
Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum verður skjal 1 orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. juni 2019 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Laksaalifirðir 1) Hvannasund suður, soleiðis avmarkað: Hvannasund sunnanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna. Íroknað alifjørðin Hvannasund suður er Viðvík á Viðoynni. 2) Hvannasund norður, soleiðis avmarkað: Hvannasund norðanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna. 3) Árnafjørður. 4) Borðoyarvík. 5) Haraldssund suður, soleiðis avmarkað: Haraldssund sunnanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna. Íroknað alifjørðin Haraldssund suður er Kalsoyarfjørður. 6) Haraldssund norður, soleiðis avmarkað: Haraldssund norðanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna. 7) Funningsfjørður og Djúpini norður, soleiðis avmarkað: Frá Risagrøv á Eysturoynni í beinari linju móti Gásafjalli á Kalsoynni. 8) Oyndarfjørður og Djúpini suður, soleiðis avmarkað: Frá Borgini á Eysturoynni í beinari linju til bygdina Blankskáli á Kalsoynni. 9) Fuglafjørður og Leirvíksfjørður norður, soleiðis avmarkað: Frá Galvinum á Kalsoynni í beinari linju til Leitið á Borðoynni og í beinari linju til Hagaleiti (brennistøðin) í Eysturoynni. 10) Gøtuvík og Leirvíksfjørður suður. 11) Lambavík. 12) Sundini norður: Sundini norðanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna. 13) Sundini suður: Sundini sunnanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna. 14) Kollafjørður, Tangafjørður og økið undir Neslandinum á Eysturoynni, soleiðis avmarkað móti Skálafirðinum: Frá Abbanum syðst á Raktanga og í beinari linju til Húkslond oman fyri Toftir. 15) Nólsoyarfjørður. 16) Sandsvágur og Skúvoyarfjørður. 17) Vestmannasund, soleiðis avmarkað: Suðureftir til beina linju ímillum Tvillingsgjógv í Vágum og Skæling á Streymoynni. 18) Miðvágur-Sandavágur. Íroknað aliøkið Miðvágur-Sandavágur er Vágafjørður og Hestfjørður. 19) Sørvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Sørvágsfjørður er økið Vesturi á Víkum. 20) Trongisvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Trongisvágsfjørður er Øravík og Hvalbiarfjørður. 21) Hovsfjørður. 22) Vágsfjørður. Íroknað alifjørðin Vágsfjørður eru Lopransfjørður og Víkarfjørður.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.