Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. november 1979 Nr. 89

Kunngerð um kránføraraprógv, sum broytt við kunngerð nr. 74 frá 11. august 1999

Eftir § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur Føroya landsstýri fyrisett:

§ 1 Kunngerðin fevnir um allar mekaniskt riknar kránar og heysitól, ið kunnu lyfta eina byrðu uppfrá,…

Kunngerðin fevnir um allar mekaniskt riknar kránar og heysitól, ið kunnu lyfta eina byrðu uppfrá, og sum í minsta lagi hava eina mekaniska rørslu umframt at hiva og lora. 2. stk. Hesir kránar og heysitól mugu bert passast av persónum, sum hava tikið kránføraraprógv, ið er góðkent av arbeiðseftirlitinum.

§ 2 1) Undir kunngerðina koma ikki

1) Undir kunngerðina koma ikki: 1. Kránar og líknandi heysitól, har byrðan verður flutt soleiðis, at hetta ikki kann hava við sær, at persónar kunnu koma til skaða, um byrðan dettur ella fer at sveiggja. 2. Kránar og líknandi heysitól, ið verða nýtt til seriulyft við einum til endamálið gjørdari lyftiútgerð, so sum at lyfta evnir í einari ávísari arbeiðsgongd, og har lyftihæddin í mesta lagi er 1,5 m frá undirlagnum. 3. Kránar og líknandi heysitól, sum t.d. traverskránar, har lastin av byrðuni altíð er innanfyri stuðulsøkið hjá kránanum, soleiðis at byrðan ikki kann fáa kránan at koppa og har tann størst loyvda lastin ikki er yvir 5 tons. 4. Konsol-kránar, har tann størsta loyvda lastin ikki er yvir 5 tons. 5. Lastvognskránar, har tann loyvda lastin ikki fer upp um 8 tonsmetur.

§ 3 Kránføraraprógv kann bert gevast til persónar, ið hava fylt 18 ár. Umsøkjarin skal kunna vísa…

Kránføraraprógv kann bert gevast til persónar, ið hava fylt 18 ár. Umsøkjarin skal kunna vísa læknaváttan, ið prógvar, at hann heilsuliga egnar seg at passa kránar. Umsøkjarin skal prógva, at hann hevur neyðuga teoretiska og praktiska útbúgving og staðið roynd í hesum. Arbeiðseftirlitið ásetur krøvini til hesa roynd.

§ 4 Arbeiðseftirlitið kann taka eitt kránføraraprógv aftur, varandi ella fyri eina ávísa tíð, um…

Arbeiðseftirlitið kann taka eitt kránføraraprógv aftur, varandi ella fyri eina ávísa tíð, um kránførarin av grovum vansketni ella heilsuligum orsøkum verður mettur óegnaður at passa kránar. Nýggj roynd kann krevjast, áðrenn prógvið verður givið aftur.

§ 5 Arbeiðseftirlitið kann loyva frávik frá hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og forsvarligt

Arbeiðseftirlitið kann loyva frávik frá hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og forsvarligt.

§ 6 Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir § 39 í lógini, um so er, at brotið eftir lóggávuni annars…

Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir § 39 í lógini, um so er, at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 1980. Tó kunna kránførarar, ið kunnu vátta, at teir tey…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 1980. Tó kunna kránførarar, ið kunnu vátta, at teir tey seinastu 3 árini hava passað kránar í minsta lagi 1 ár, framvegis passa kránar uttan kránføraraprógv til 1. februar 1981. 1) Broytt við kunngerð nr. 74 frá 11. august 1999.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól · innanhýsis
Galdandi · 20. juni 2011
Broytingar
broyting í kunngerð um kránføraraprógv · innanhýsis
Áður galdandi · 11. august 1999

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙