Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. september 2007 Nr. 88

Kunngerð um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

Við heimild í §§ 4 og 9 í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung verður ásett:

Fyribyrgjandi og heilsufremjandi kanningar hjá kommunulækna

§ 1 Børn undir skúlaaldur skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.…

Børn undir skúlaaldur skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Tríggjar av hesum kanningum skulu fara fram í fyrsta ári barnsins. Stk. 2. Kanningar av børnum undir skúlaaldur eiga at fara fram, tá børnini eru 5 vikur, 5 og 12 mánaðir, 2, 3, 4 og 5 ár.

§ 2 Fyribyrgjandi heilsukanningin hjá kommunulækna skal fevna um

Fyribyrgjandi heilsukanningin hjá kommunulækna skal fevna um: 1) Samrøðu um trivna, menning og heilsustøðuna hjá barninum. 2) Kanning av barninum. 3) Samrøðu við og ráðgeva foreldrum. 4) Koppseting.

§ 3 Børn í skúlaaldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna

Børn í skúlaaldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna. Stk. 2. Tann fyrra kanningin skal bjóðast barninum við byrjan av skúlatíð barnsins, t.v.s. í tíðarskeiðnum frá forskúla til 2. flokk. Tann seinna kanningin skal bjóðast barninum stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar, t.v.s.í 9. flokki ella í serligum føri í 8. flokki.

§ 4 Í sambandi við kanningarnar við bæði skúlabyrjan og skúlalok veitir kommunulæknin neyðuga…

Í sambandi við kanningarnar við bæði skúlabyrjan og skúlalok veitir kommunulæknin neyðuga vegleiðing, ávísing og uppfylgjan. Fyribyrgjandi og heilsufremjandi kanningar og ráðgeving hjá Barnatænastuni

§ 5 Børn og ung skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi kanningar og ráðgeving frá Barnatænastuni, frá tí…

Børn og ung skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi kanningar og ráðgeving frá Barnatænastuni, frá tí at tey eru fødd, til ásetta undirvísingarskyldan endar. Stk. 2. Onnur enn tey, ið eru nevnd í stk. 1, og sum hava tørv á tí, kunnu eisini fáa ráðgeving frá Barnatænastuni. Hesi kunnu t.d. vera barnakonur, foreldur, fosturforeldur, sum hava tørv á vegleiðing og ráðgeving í mun til foreldraførleika ella foreldraleiklut, og foreldur ella fosturforeldur at børnum við likamligum og sálarligum brekum, sosialum trupulleikum ella varandi sjúkum.

§ 6 Fyribyrgjandi kanningarnar og heilsufremjandi ráðgevingin frá Barnatænastuni til børn undir…

Fyribyrgjandi kanningarnar og heilsufremjandi ráðgevingin frá Barnatænastuni til børn undir skúlaaldur skal fevna um: 1) Heilsuvegleiðing og ráðgeving viðvíkjandi likamligari, sálarligari og sosialari heilsu, menning og trivnaði hjá barninum. 2) Eygleiðing av heilsustøðuni hjá barninum. 3) Kanningar av barninum.

§ 7 Fyribyrgjandi kanningarnar og heilsufremjandi ráðgevingin og átøkini frá Barnatænastuni til børn…

Fyribyrgjandi kanningarnar og heilsufremjandi ráðgevingin og átøkini frá Barnatænastuni til børn og ung í skúlaaldri skulu fevna um: 1) Eygleiðing viðvíkjandi heilsu, menning og trivnaði hjá skúlabørnum. 2) Kanning av barninum og tí unga. 3) Samrøður við børn og ráðgeving viðvíkjandi likamligari, sálarligari og sosialari heilsu, menning og trivnaði. 4) Vegleiðing og kunning um reinføri. Vegleiðing til starvsfók

§ 8 Barnatænastan kann veita starvsfólkum á stovnum fyri børn og ung, dagrøktarum, lærarum o.ø.…

Barnatænastan kann veita starvsfólkum á stovnum fyri børn og ung, dagrøktarum, lærarum o.ø. fyribyrgjandi og heilsufremjandi vegleiðing og ráðgeving. Stk. 2. Vegleiðingin og ráðgevingin kann fevna um: 1) Vegleiðing og ráðgeving um likamliga, sálarliga og sosiala menning sum heild hjá børnum og ungum. 2) Ítøkiliga vegleiðing og ráðgeving viðvíkjandi børnum, ið hava serligan tørv. 3) Heilsustøðuna og reinførið á stovnum, skúlum o.s.fr. Stk. 3. Áðrenn starvsfólk venda sær til Barnatænastuna í førum, sum eru fevnd av stk. 2, nr. 2, skulu tey umrøða viðurskiftini við foreldrini hjá barninum.

§ 9 Barnatænastan skal eygleiða og viðmerkja heilsu- og reinførisviðurskiftini í skúlunum

Barnatænastan skal eygleiða og viðmerkja heilsu- og reinførisviðurskiftini í skúlunum. Stk. 2. Verður Barnatænastan varug við viðurskifti á skúlunum, ið krevja ábøtur, skal hon boða frá hesum á stovninum, hjá avvarðandi myndugleika og hjá Landslæknanum. Kunning um tilboð um kanningar

§ 10 Í sambandi við fyrstu vitjanina gevur Barnatænastan foreldrum ein faldara, har greitt verður frá…

Í sambandi við fyrstu vitjanina gevur Barnatænastan foreldrum ein faldara, har greitt verður frá tilboðunum sbrt. lógini. Stk. 2. Undan læknakanningunum við ávikavist skúlabyrjan og skúlalok gevur Barnatænastan børnunum og teimum ungu ein faldara, har greitt verður frá tilboðunum sbrt. lógini.

§ 11 Barnatænastan skipar fyri, at faldarar vera gjørdir, og at heilsufrøðingar kring landið fáa…

Barnatænastan skipar fyri, at faldarar vera gjørdir, og at heilsufrøðingar kring landið fáa faldarar at flýggja út. Faklig ráðgeving

§ 12 Landslæknin virkar sum fakligur ráðgevi hjá teimum starvsfólkum, sum eru fevnd av ásetingunum í…

Landslæknin virkar sum fakligur ráðgevi hjá teimum starvsfólkum, sum eru fevnd av ásetingunum í lógini um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung. Eftirlit

§ 13 Landslæknin hevur eftirlit við heilsu- og reinførisviðurskiftunum á dagstovnum, skúlum o.ø

Landslæknin hevur eftirlit við heilsu- og reinførisviðurskiftunum á dagstovnum, skúlum o.ø. Gildiskoma

§ 14 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 24. september 2007 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung · innanhýsis
Galdandi · 9. januar 2019

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙