Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. november 1999 Nr. 88
Kunngerð um broyting í kunngerð um brunaverju og brunatrygd
§ 1 Í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd verða gjørdar hesar broytingar: 1) 1.2.-6, nr. 2, litra c, verður orðað soleiðis: “Tangar, kranar, flutningsbrýr, pallar, áskoðarapallar, skýli og aðrar konstruktiónir, í tann mun tað er náttúrligt, tá ið hugsað verður um almennan tryggleika, skil, heilsu ella onnur viðurskifti, sum kunngerðin er ætlað at røkja.” 2) 5.1.-2, litra b, verður orðað soleiðis: “Atkomu- og rýmingarviðurskifti skulu í størstan mun gerast við atliti til børn og fólk, sum eru rørslutarnað, og fólk, sum hava ilt við at staðkunna seg. Hurðar skulu vera í minsta lagi 9M.” 3) 5.2.-4 verður orðað soleiðis: “5.2.-4 Í brunaeind við ongari hurð beinleiðis út á lendi, skal fyri hvørji ásett 10 fólk, sum eindin er ætlað til, vera í minsta lagi eitt bjargingarop, tó ikki brunaeind háttað sum í -3.” 4) 5.2.-7 verður orðað soleiðis: “5.2.-7 Útgongd, ið svarar til -1, -3, og -6, er í minsta lagi 9M breið og 195 cm høg hurð út í tún, hurð til trappurúm og hurð til gang í aðrari brunaeind ella brunadeild, haðani gongt er beinleiðis út á lendi ella til sjálvstøðugt trappurúm, haðani tað slepst burtur.” 5) 5.4.-1 verður orðað soleiðis: “5.4.-1 Hurðar í rýmingarleiðum skulu í einum taki kunna latast upp innanífrá í rýmingarleiðini uttan at nýta lykil ella nakað amboð. Hurðahandtøk skulu vera umleið 1 m yvir gólvi.” 6) Aftaná 5.4.-4 verður sett inn sum nýtt brot: “5.5. Gangir 5.5.-1 Gangir, ið eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir. Hurðar millum gangir og búrúm, tilhaldsrúm, skrivstovuhøli og tílík rúm, kunnu hóast ásetingarnar undir viðkomandi bygningsflokkingum vera í minsta lagi eins og BD-hurð 30-M. Hurðar inn til goymslur og tílík rúm skulu tó vera í minsta lagi BD-hurð 30. 5.5.-2 Hurðar mugu einans verða hildnar í upplatnari støðu við sjálvvirkandi hurðaafturlatingarskipan.” 7) 8.2.-9 verður orðað soleiðis: “8.2.-9 Veggur millum garasju (bilhús) og onnur rúm og skilagólv millum garasju og ovaru hædd, skal vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60. Dyr mugu ikki vera millum garasju og búrúm. Tó kann BD-hurð 30 vera millum garasju og forrúm til búrúm.” 8) 8.2.-10, litra a, verður orðað soleiðis: “Skilagólv yvir garasju ella bilskýli skal í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 60” 9) 10.2.-1 verður orðað soleiðis: “10.2.-1 Hvørt kamar við forrúmi, bað og wc skal vera sjálvstøðug brunaeind. Eru onnur rúm við sambandi inn til kamarið, ið umframt hava hurð út á gangin, skal rúmið ella rúmini vera skilað frá kamarinum við veggi í minsta lagi úr BD-húsaluti 60 og við BD-hurð 30-M.” 10) 12.2.-5 verður orðað soleiðis: “12.2.-5 Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, kunnu hóast ásetingarnar í 4.2.-2 vera F-hurð 60.” 11) 13.2.-5 verður orðað soleiðis: “13.2.-5 Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, hunnu hóast ásetingarnar í 4.2.-2 vera F-hurð 60.” 12) Í skjali 1 verður undir “Allýsingar” áðrenn seinasta reglubrot sett inn nýtt brot: “Ein BD-hurð 30-M er ein BD-hurð 30, ið ikki hevur ámonteraða sjálvafturlatingarskipan, og er tí ikki sjálvafturlatandi. 9M er hurð við mátunum: Breidd: 910 mm veggjaholmát, 888 mm útv. karmmát. Hædd: 2188 mm veggjaholmát, 2088 mm útv. karmmát.” 13) Í skjali 1 verður undir “Góðkenningar” áðrenn brotið “- Um 25.-3.” sett inn nýtt brot: “- Um 5.2.-4.: Grundreglan er, at vindeygu, bjargingarop, skulu vera í øllum tilhaldsrúmum. Kravið er, at eit bjargingarop skal vera frá 1 upp til 10 fólk. Fyri hvørja ferð fleiri enn 10 fólk kunnu vera í einari brunaeind, skal vera eitt bjargingarop afturat. - Um 5.5.-2.: Brunaumsjón landsins góðkennir sjálvvirkandi hurðaafturlatingarskipan, ið er gjørd, kannað og verður hildin við líka sambært ásetingunum í Forskrift nr. 231 om Automatisk branddørlukningsanlæg, hjá Dansk Brandteknisk institut. - Um 23.3.-1.: Brunaumsjón landsins góðkennir roykop, ið sjálvvirkandi lata seg upp, sum eru gjørd, kannað og verða hildin við líka sambært ásetingunum í Vejledning nr. 27 om brandventilation, hjá Dansk Brandteknisk institut.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 9. november 1999 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.