Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. juni 2005 Nr. 88

Kunngerð um námsfrøðiliga ráðið

Við heimild í § 9, í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. ásetur landsstýrismaðurin hesar reglur um námsfrøðiligt ráð:

Endamál

§ 1 Á hvørjum skúla, sum skipar fyri útbúgvingum sbrt. § 2 í omanfyri nevndu lóg, verður skipað eitt…

Á hvørjum skúla, sum skipar fyri útbúgvingum sbrt. § 2 í omanfyri nevndu lóg, verður skipað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva skúlastjóranum. Stk. 2. Námsfrøðiliga ráðið skal ummæla øll mál, sum leiðslan leggur fyri tað, ella sum er ásett sbrt. lóg. Stk. 3. Námsfrøðiliga ráðið hevur hvørki rætt ella skyldu til at úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka læraranum. Limir

§ 2 Limir í ráðnum kunnu vera øll tey starvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar…

Limir í ráðnum kunnu vera øll tey starvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum. Stk. 2. Lærarar, sum hava minni enn 6 pultstímar um vikuna, eru ikki limir í ráðnum. Stk. 3. Limir hava skyldu at vera á ráðsfundum. Forfall, sum ikki er orsakað av sjúku, skal skrivliga verða boðað formanninum fyri fundin. Stk. 4. Námsfrøðiliga ráðið kann loyva øðrum enn teimum í stk. 1 nevndu limum at taka lut á fundum. Fundarskipan

§ 3 Skúlastjórin er formaður í ráðnum og leiðir fundirnar. Námsfrøðiliga ráðið velur skrivara millum…

Skúlastjórin er formaður í ráðnum og leiðir fundirnar. Námsfrøðiliga ráðið velur skrivara millum limirnar. Stk. 2. Um skúlastjórin hevur forfall, tekur varaskúlastjórin formanssæti. Stk. 3. Skúlastjórin kann heita á onkran annan ráðslim um at stjórna fundunum. Stk. 4. Námsfrøðiliga ráðið heldur fund, tá ið formaðurin heldur tað vera neyðugt. Stk. 5 Ráðið eigur at hava í minsta lagi 6 fundir í hvørjum skúlaári. Fundirnir skulu ikki verða hildnir í undirvísingartíðini. Stk. 6. Formaðurin ásetir fundartíð og -stað, boðar limunum til fundar og ger fundarskrá.

§ 4 Lýst verður til fundar í námsfrøðiliga ráðnum á hóskandi staði í skúlanum. Fundarboð eiga vanliga…

Lýst verður til fundar í námsfrøðiliga ráðnum á hóskandi staði í skúlanum. Fundarboð eiga vanliga at verða givin við í minsta lagi 7 daga freist, men kunnu vegna átroðkandi umstøður verða givin við styttri freist. Stk. 2. Uppskot til fundarskrá skulu verða skrivlig og verða formanninum í hendi í seinasta lagi 4 dagar fyri fundin. Fundarskráin skal verða lýst í skúlanum 2 dagar fyri fundin. Gerðabókin

§ 5 Eftir hvønn fund verður fundarfrásøgn førd í gerðabókina, sum verður undirskrivað av skrivara og…

Eftir hvønn fund verður fundarfrásøgn førd í gerðabókina, sum verður undirskrivað av skrivara og formanni. Stk. 2. Gerðabókin verður løgd fram í skúlanum í seinasta lagi 3 dagar eftir, at fundur er hildin, og hon liggur frammi í 2 dagar. Gildiskoma

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi rundskriv frá Direktoratet for søfartsuddannelsen nr. 20/75 og reglugerð fyri lærararáð Maskinskúlans frá 30. januar 1990 Mentamálaráðið, 7. juni 2005 Jógvan á Lakjuni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
útbúgving av manning á skipum o. ø. · innanhýsis
Galdandi · 24. apríl 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙