Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. desember 1998 Nr. 87

Kunngerð um ískoytisstuðul til lesandi uttanlands

Kapittul 1 Treytir fyri ískoytisstuðli

Kapittul 2 Grundískoyti

Kapittul 3 Annað ískoyti

Kapittul 4 Lán

Kapittul 5 Aðrar ásetingar og gildiskoma.

Við heimild í § 12, stk. 1 í løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 um útbúgvingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars 1990, verður fyrisett:

Kapittul 1

Treytir fyri ískoytisstuðli

Kapittul 1 Treytir fyri ískoytisstuðli

Ískoytisstuðul verður veittur eftir umsókn sambært reglunum í hesi kunngerð. Ískoytisstuðul er grundískoyti og annað ískoyti. Grundískoyti er ferðarekvisitión og ískoytislán.

Fyri at fáa ískoytisstuðul eftir hesi skipan skal umsøkjarin: 1) hava búð í Føroyum í minst 2 samanhangandi ár, beint undan lestrinum ella búð í Føroyum minst 5 samanhangandi ár, áðrenn umsøkjarin hevur fylt 18 ár, 2) ganga á eini góðkendari útbúgving uttan fyri Føroyar. Stuðulsstovnurin ger hvørt ár dagførdan lista yvir góðkendar útbúgvingar, og tekur avgerð í ivamálum, 3) vera lestrarvirkin smb. stk. 2, 4) lúka treytirnar fyri lestrartíð, sum eru ásettar í § 3 og 5) onga fasta løn fáa frá útbúgvingarstaðnum. Stk. 2. Umsøkjari er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligu royndirnar, uttan at lestrartíðin verður longd munandi. Stuðulsstovnurin tekur aftaná kanning avgerð um, um tann lesandi er lestrarvirkin. Stk. 3. Umsøkjari í partvíst løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður í tíðarskeiðum, tá hann fær løn. Stk. 4. Umsøkjari, ið gongur á eini miðnámsútbúgving, skal í minsta lagi hava 20 frálærutímar um vikuna.

Stuðulsárið er at rokna frá 1. august til 31. juli. Stk. 2. Ískoytisstuðul verður í mesta lagi veittur í 1 ár eftir ásettu lestrartíðina. Hetta er tó bert galdandi fyri útbúgvingar 3 ár ella longri. Stk. 3. Ískoytisstuðul verður ongantíð veittur meira enn tilsamans 10 stuðulsár. Stk. 4. Í uppgerðini av stuðulsárum í stk. 1 verða øll tíðarskeið, sum umsøkjarin hevur fingið stuðul frá landsstýrinum/Stuðulsstovninum, íroknað. Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá reglunum í stk. 1 ella 2, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð ella vísindaligt arbeiði. Kapittul 2 Grundískoyti

Kapittul 2 Grundískoyti

Øll lesandi uttanlands, sum eru 18 ár, og sum lúka treytirnar í § 1, kunnu søkja um grundískoyti. Næmingar, yngri enn 18 ár, kunnu bert søkja grundískoyti uttan ískoytislán.

Upphæddin til grundískoyti verður ásett í mun til stuðulsheimilaðu lestrartíðina í stuðulsárinum á henda hátt: 1) Lestrartíð, styttri enn 3 mánaðir, eingin stuðul. 2) Lestrartíð, 3 mánaðir ella longri, tó styttri enn 6 mánaðir, 25% av hægstu stuðulsupphædd. 3) Lestrartíð, 6 mánaðir ella longri, tó styttri enn 9 mánaðir, 50% av hægstu stuðulsupphædd. 4) Lestrartíð, 9 mánaðir ella longri, hægstu stuðulsupphædd. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá reglunum í stk. 1, um farið verður undir lesturin inni í stuðulsárinum.

Lesandi, sum hava uppihaldsskyldu, kunnu søkja um ferðarekvisitión til børnini. Stk. 2. Ferðarekvisitión verður bert veitt børnum, sum ikki hava fylt 16 ár innan 31. juli undan stuðulsárinum. Stk. 3. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bert annar søkja. Búgva uppihaldararnir ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, søkja. Kapittul 3 Annað ískoyti

Kapittul 3 Annað ískoyti

Annað ískoyti er til skúlagjald og serligar útbúgvingarverkætlanir. Stk. 2. Upphæddirnar til ískoyti til skúlagjald eru í mesta lagi kr. 10.000 í studningi. Um skúlagjaldið fer upp um hesa upphædd, kunnu kr. 10.000 afturat veitast sum lán. Stk. 3. Ískoyti til skúlagjald kann játtast til: 1) Hægri útbúgvingar, góðkendar av Stuðulsstovninum. 2) Styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, góðkendar av Stuðulsstovninum. 3) Málskúlar, sum eru longri enn 5 mánaðir, og enda við prógvi, ið gevur atgongd til hægri lestur uttanlands.

Stuðul kann játtast til serligar útbúgvingarverkætlanir í sambandi við hægri lestur. Stuðulsstovnurin ger í samráði við ráðgevandi 4-manna nevndina reglugerð um, hvørji sløg av útbúgvingarverkætlanum eru stuðulsheimilaðar, og hvørjar útreiðslur, stuðul verður latin til. Stk. 2. Upphæddirnar til ískoyti til útbúgvingarverkætlanir eru í mesta lagi kr. 10.000 í studningi. Kapittul 4 Lán

Kapittul 4 Lán

Fyri at søkja um lán skal umsøkjarin vera minst 18 ár. Stk. 2. Lán, sum verða veitt eftir hesum reglum, renta við 4% í lestrartíðini. Aftaná lestrartíðina rentar lánið við 1% omanfyri donsku diskontoina til eina og hvørja tíð.

Lántakarar skulu beinanvegin boða Stuðulsstovninum skrivliga frá, um hann er givin við útbúgvingini ella hevur fingið prógv. Verður upplýsingarskyldan ikki hildin, kann Stuðulsstovnurin krevja alla skuldina afturgoldna í einum.

Afturgjaldingin av lánum byrjar vanliga eitt ár aftaná, at útbúgvingin er lokin ella steðgað. Stk. 2. Útbúgvingin verður ikki mett sum lokin ella steðgað, um farið verður undir lesnað aftur innan 12 mánaðir.

Afturgjaldstíðin av útbúgvingarlánum frá Stuðulsstovninum og Landsstýrinum verður ásett av Stuðulssovninum í mun til skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Stk. 2. Goldið verður mánaðarliga í eins stórum gjøldum. Minsti avdráttur er 300 kr. um mánaðin.

Lántakari kann altíð sjálvkravdur gjalda lán síni aftur. Kapittul 5 Aðrar ásetingar og gildiskoma.

Kapittul 5 Aðrar ásetingar og gildiskoma.

Umsóknarfreistin til grundískoyti og annað ískoyti verður ásett av Stuðulsstovninum.

Stuðulsstovnurin ásetur, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ískoytisstuðul.

Stuðulsstovnurin ásetur hámarksupphædd fyri ferðarekvisitión og ískoytislán. Landsstýrismaðurin góðkennir ásetingina.

Avgerðir sambært hesa kunngerð kunnu kærast til Kærunevnd Stuðulsstovnsins áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá Kærunevndini kann ikki leggjast fyri annan umsitingarmyndugleika.

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 43 frá 16. mars 1995 um ískoytisstuðul til føroyingar, ið lesa uttanlands.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ferðastuðul til lesandi uttanlands · innanhýsis
Áður galdandi · 2. februar 2000

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙