Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. august 2016 Nr. 86

Kunngerð um standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum

Við heimild í § 12 a í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016, verður ásett:

§ 1 Landsstýrismaðurin góðkennir standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum eftir ummæli hjá…

Landsstýrismaðurin góðkennir standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum eftir ummæli hjá avvarðandi pørtum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur eina góðkenning, um so er, at fortreytirnar fyri góðkenningini eru broyttar.

§ 2 Ein standardur er at skilja sum fyridømi ella beinleiðis reglur fyri eitt arbeiði ella eina…

Ein standardur er at skilja sum fyridømi ella beinleiðis reglur fyri eitt arbeiði ella eina framleiðslu.

§ 3 Sjúkrahúsini, herundir heilsustarvsfólk, hava skyldu til at nýta standardar fyri KT-nýtslu í…

Sjúkrahúsini, herundir heilsustarvsfólk, hava skyldu til at nýta standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum, sum eru góðkendir sambært ásetingunum í hesi kunngerð.

§ 4 Í sambandi við góðkenning og ummæli sambært § 1, stk. 1, verður landsstýrismaðurin kunnaður um

Í sambandi við góðkenning og ummæli sambært § 1, stk. 1, verður landsstýrismaðurin kunnaður um: 1) hvat standardurin skal nýtast til, 2) hvør skal brúka standardin, 3) hvussu standardurin skal haldast, og 4) nær standardurin skal takast í brúk. Stk. 2. Ein góðkendur standardur skal innihalda upplýsingar um navn og útgávu umframt eina nærri lýsing av innihaldinum.

§ 5 Undir serligum umstøðum kann landsstýrismaðurin eftir áheitan frá sjúkrahúsunum geva eitt…

Undir serligum umstøðum kann landsstýrismaðurin eftir áheitan frá sjúkrahúsunum geva eitt tíðaravmarkað undantaksloyvi frá kravinum um at nýta standardar.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2016

Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2016. Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. august 2016 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙