Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. juni 2012 Nr. 85

Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.

§ 1 Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við…

Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 22. september 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður “skrivlig ávísing” broytt til: “teldutøk ella skrivlig ávísing”. 2) Í § 5 verður “sjúkrakassunum” broytt til: “Heilsutrygd”. 3) Í § 6 verður “skrivað annaðhvørt við maskinu” broytt til: “skrivað á teldu”. 4) Í § 7, stk. 1 verður “prentað ella stemplað við navni” broytt til: “áteknað við navni”. 5) Í § 8, stk. 2 verður “, skal umframt navnið á móðir, faðir ella verja tilskilast” broytt til: “og hevur persónurin ikki fingið p-tal, skal umframt føðingardagin hjá barninum, p-tal hjá einum av foreldrunum nýtast”. 6) Í § 8, stk. 3 verður sum nýtt 2. pkt. sett: “Er talan um partafelag, skal navnið á felagnum og ábyrgdari viðmerkjast.” 7) Í § 9, stk. 1 verður sum 2. pkt sett: “Tilskilast skal eisini, hvat heilivágurin skal nýtast fyri.” 8) Í § 10, 2. pkt. verður aftaná “ásetta tíðarskeiðið” sett: “, og hvat heilivágurin skal nýtast fyri”. 9) Í § 11, stk. 1, 1. pkt verður aftaná “skal verða nýttur” sett: “, hvat heilivágurin skal nýtast fyri”. 10) Í § 12, 1. pkt. verður aftaná “heilivágur kann útflýggjast,” sett: “, og hvat heilivágurin skal nýtast fyri,”. 11) Í § 15, 1. pkt. verður “skal bert eitt slag av heilivági standa á hvørjum oyðiblaði” broytt til: “kann annar heilivágur ikki standa á sama oyðiblaði”. 12) § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Á hondskrivaðari forskrift til heilivág, sum stendur í skjali 1 B í “Bekendtgørelse om euforiserende stoffer”, skal nøgd og styrki tilskilast við tølum og við bókstavum.” 13) Í § 26, stk. 1, 2. pkt. verður “Eftirlitið” broytt til: “Forskriftaeftirlitið”. 14) Í § 26, stk. 3 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Við fyrsta eftirlit skal síggjast til, at heilivágurin er rætt avgreiddur.” 15) Í § 26 verður stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Fyrsta og annað eftirlit fara fram eftir ásetingunum í § 27.” 16) Í § 27, stk. 1, 2. pkt. verður “§ 33, stk. 1, nr. 6” broytt til: “§ 33, stk. 1, nr. 5”. 17) Í § 29, stk. 5 verður “2 ár” broytt til: “1 ár”. 18) Í § 33, stk. 3, nr. 1 verður “stk. 1, nr. 4-6” broytt til: “stk. 1, nr. 4-5”. 19) § 41 verður orðað soleiðis: “§ 41. Avrit av forskrift til heilivág, ið bert skal útflýggjast eina ferð, og av forskrift, ið verður avgreidd fyri síðstu ferð, skal útflýggjast brúkaranum, tá ið viðkomandi biður um tað.” 20) Í § 43, stk. 3 verður “40 kr.” broytt til: “50 kr.” 21) Í § 43 verður stk. 5 orðað soleiðis: “Stk. 5. Kann heilivágur eftir forskriftini útflýggjast fleiri ferðir, skal apotekið hvørja ferð útflýggja tann bíligasta heilivágin sambært listanum yvir heilivág til generiskt umbýti. Brúkarin kann tó avgera, at tann upprunaliga bílagdi heilivágurin skal útflýggjast.” 22) Í § 45, stk. 1 verður nr. 2 strikað, og í nr. 3, sum verður nr. 2, verður “1 ár” broytt til: “2 ár”. 23) Í § 45 verður stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, skulu forskriftir til heilivág, sum er fevndur av § 15, ikki avgreiðast.” 24) Í § 45, stk. 3 verður “, stavar frá sama framleiðara” strikað. 25) Í § 47, stk. 3 verður “skrivliga, í telefaksi ella í telefonini” broytt til: “skrivliga, á teldu, í telefaksi ella í telefonini”. 26) Í § 48, stk. 1 verður aftaná “§ 9, stk. 1” sett: “tó undantikið, hvat heilivágurin skal nýtast fyri”. 27) Í § 48, stk. 2. verður “”Heilivágsgoymsla”” broytt til: “við navni á goymslu og deild á viðgerðarstovni”. 28) Í § 55 verður “§ 51” broytt til: “§ 50”. 29) Í § 57, stk. 1 verður “§§ 59, 61-63 og 66” broytt til: “§§ 58, 60-62 og 65”. 30) Í § 59 verður “§ 59, stk. 1” broytt til: “§ 58”. 31) Í § 60, stk. 2, nr. 2, § 63, nr. 1 og í § 65, stk. 4 verður “§ 60” broytt til: “§ 59”. 32) Í § 61, stk. 2 verður “§ 52” broytt til: “§ 51”. 33) Í § 63 verður “§§ 62 og 63” broytt til: “§§ 61 og 62”. 34) Í § 67, stk. 2 verður “§ 41” broytt til: “§ 39”. 35) Í § 69 verður “§ 68, stk. 2” broytt til: “§ 67, stk. 2”. 36) § 76 verður orðað soleiðis: “§ 76. Við bót verður tann revsaður, ið brýtur §§ 20-21, § 23, § 24, stk. 3 og 4, § 26, stk. 1-3, §§ 28-41, § 43, stk. 2 og 4-7, § 45, §§ 49-52, §§ 55-56, § 57, stk. 2 og 3, § 59, § 60, stk. 2, §§ 63-64, § 65, stk. 3 og 4, § 66, stk. 4, § 67, stk. 2-5, § 68, stk. 2, § 69 og §§ 73-74. Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 26. juni 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙