Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. august 2024 Nr. 85

Kunngerð um gjøld fyri tænastur o.a. frá Heilsustýrinum

Við heimild í § 14 í løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024 um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónlagað medisin (Ílegulógin) verður ásett:

§ 1 Heilsustýrið tekur gjald fyri tær tænastur o.a., ið Heilsustýrið letur granskarum o.ø. atgongd…

Heilsustýrið tekur gjald fyri tær tænastur o.a., ið Heilsustýrið letur granskarum o.ø. atgongd til sambært ásetingum í hesi kunngerð.

§ 2 Gjøld fyri tænastur úr Vevnaðarskránni eru hesi

Gjøld fyri tænastur úr Vevnaðarskránni eru hesi: 1) At taka blóðroynd: 110,00 kr. 2) Tilfar til blóðroynd o.a.: 20,00 kr. 3) DNA uppreinsingar Kits: 65,00 kr. 4) Uppreinsað DNA frá blóði: 180,00 kr. 5) Uppreinsað DNA frá spýtti: 250,00 kr. 6) Uppreinsað DNA frá Formalin fixed parafin embedded, FFPE, blokkar: 310,00 kr. 7) Máta konsentratión við spektrofotometer: 3,50 kr. fyri hvørja roynd. 8) Útflýggja ekstraherað DNA: 20,00 kr. fyri hvørja roynd.

§ 3 Heilsustýrið ásetir harumframt gjald, sambært galdandi sáttmálum, fyri rindan av útreiðslum, sum…

Heilsustýrið ásetir harumframt gjald, sambært galdandi sáttmálum, fyri rindan av útreiðslum, sum standast av tænastunum, t.d. løn til lækna, sjúkrarøktarfrøðing, læknaskrivara o.tíl. í sambandi við at greina sjúklingar og kontrollar og at leggja upplýsingar úr Diagnosuskránni og Ættarbandsskránni inn í Progeny skipanina til einstøku verkætlanirnar.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 15. august 2024 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙