Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. august 2016 Nr. 84
Kunngerð um seming innan upphavsrættarøkið
Við heimild í § 44, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, verður ásett:
§ 1 Ósemja millum felagsskap sambært § 39, stk. 2 í løgtingslógini og brúkara um nýtslu av vardum…
Ósemja millum felagsskap sambært § 39, stk. 2 í løgtingslógini og brúkara um nýtslu av vardum verkum, og ósemja um viðurlag og treytir sambært avtalu við felagsskapin verður loyst við einum óheftum semingsmanni, sum landsstýrismaðurin setir, sbr. § 44, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Semingsuppskot hjá semingsmanni er avmarkað til mál fevnd av § 13, stk. 5, § 14, stk. 3, § 16, stk. 2, § 17, stk. 3, § 18, stk. 1, § 25, stk. 2, § 31, stk. 5, § 35, stk. 7, § 41, stk. 6 og § 46 a, stk. 2 í løgtingslógini. Setan
§ 2 Landsstýrismaðurin setir í hvørjum einstøkum føri eftir áheitan frá pørtunum ein semingsmann í…
Landsstýrismaðurin setir í hvørjum einstøkum føri eftir áheitan frá pørtunum ein semingsmann í sambandi við ósemjur millum partarnar. Samstundis verður settur varamaður, sum tekur við, tá semingsmanninum berst frá. Stk. 2. Áðrenn landsstýrismaðurin tekur avgerð um setan, skulu partarnir í ósemjuni í felag lata landsstýrismanninum skrivligt og undirskrivað uppskot til semingsmann og varamann. Stk. 3. Samstundis sum partarnir lata landsstýrismanninum uppskot til semingsmann, lata teir eisini tilmæli um lønartreytir, setanartreytir og eina kostnaðarmeting fyri alt semingsarbeiðið. Tilmælið skal vera skrivligt og undirskrivað av pørtunum og uppskotna semingsmanninum. Óheftni hjá semingsmanni
§ 3 Semingsmaður kann ikki taka lut í semingsmálum, sum beinleiðis viðvíkja stovnum, virkjum ella…
Semingsmaður kann ikki taka lut í semingsmálum, sum beinleiðis viðvíkja stovnum, virkjum ella felagsskapum, sum semingsmaður má metast at hava áhuga í, ella semingsmaður hevur tilknýti til. Tað sama er galdandi, um semingsmaður hevur persónligan ella fíggjarligan áhuga í málinum, ella tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum. Stk. 2. Semingsmaður hevur skyldu til sum skjótast at boða landsstýrismanninum frá viðurskiftum, sum nevnd eru í stk. 1 uttan so, at tað er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning. Í ivamálum um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti, kann ein av pørtunum í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at málið er lagt fyri semingsmannin, skrivliga geva landsstýrismanninum áheitan um hetta. Landsstýrismaðurin tekur fyrisitingarliga avgerð viðvíkjandi áheitanini. Førleikakrøv
§ 4 Semingsmaður og varamaður hansara skulu hava lokið útbúgvingarprógv sum cand.jur., og hesir skulu…
Semingsmaður og varamaður hansara skulu hava lokið útbúgvingarprógv sum cand.jur., og hesir skulu harumframt kunna skjalprógva eitt nøktandi løgfrøðiligt innlit í upphavsrættarlig viðurskifti. Skipan av seming
§ 5 Semingsmaðurin skal royna at fáa semju millum partarnar. Semingsmaðurin kann kalla partar inn at…
Semingsmaðurin skal royna at fáa semju millum partarnar. Semingsmaðurin kann kalla partar inn at tala fyri seg og eftir áheitan frá pørtunum kalla sakkøn inn at greiða frá. Stk. 2. Tað áliggur semingsmanninum at syrgja fyri, at ósemjur verða tiknar til viðgerðar skjótt, umframt at mál, ið eru tikin í viðgerð, verða avgreidd so skjótt, sum umstøðurnar loyva tí. Stk. 3. Semingsmaður ásetir tíð og stað fyri semingsfundirnar. Semingsmaður boðar pørtunum skrivliga frá hesum í rímiligari tíð frammanundan ásettum freistum og tíðum. Stk. 4. Semingsmaðurin leggur fundirnar til rættis og virkar sum orðstýrari undir fundunum. Stk. 5. Partarnir hava høvi til at hava vitni og serfrøðingar við sær at greiða frá.
§ 6 Semingsmaðurin ásetir freist hjá pørtunum til munnliga ella skrivliga at leggja fram síni páhald…
Semingsmaðurin ásetir freist hjá pørtunum til munnliga ella skrivliga at leggja fram síni páhald og grundir fyri teimum. Stk. 2. Er innlatna tilfarið ikki nøktandi, kann semingsmaðurin heita á partarnar um at lata fleiri upplýsingar innan rímiliga freist.
§ 7 Metir semingsmaðurin skrivliga tilfarið vera nøktandi, kann semingsuppskot verða skrivað uttan…
Metir semingsmaðurin skrivliga tilfarið vera nøktandi, kann semingsuppskot verða skrivað uttan munnliga samráðing. Stk. 2. Semingsmaðurin kann geva pørtunum eitt semingsuppskot og krevja bindandi svar innan rímiliga freist. Stk. 3. Eru útlitini fyri semju sera vánalig, kann semingsmaðurin boða pørtunum frá, at semingsarbeiðið av tí orsøk verður steðgað. Stk. 4. Semingsmaðurin kann geva fyribils avtaluloyvi, meðan málið er í viðgerð.
§ 8 Semingsmaður kann ikki taka avgerð, fyrr enn hann hevur gjørt allar partar kunnugar við allar…
Semingsmaður kann ikki taka avgerð, fyrr enn hann hevur gjørt allar partar kunnugar við allar týðandi upplýsingar og øll týðandi skjøl í málinum, og partarnir hava fingið rímiligt høvi til at koma við ummæli. Stk. 2. Um so er, at semja fæst í lag, kunnu partarnir skrivliga avtala, at fíggjarlig krøv, sum ósemjan snúði seg um, kunnu fremjast sambært § 478, stk. 1, nr. 4 í rættargangslógini fyri Føroyar. Fundarbók
§ 9 Semingsmaðurin førir fundarbók, sum partarnir og landsstýrismaðurin fáa hvør sítt avrit av, tá ið…
Semingsmaðurin førir fundarbók, sum partarnir og landsstýrismaðurin fáa hvør sítt avrit av, tá ið partarnir eru blivnir samdir, ella semingsroyndin er endað uttan úrslit. Stk. 2. Øll viðurskifti av týdningi verða tikin við í fundarbókina. Serligur dentur verður lagdur á tey viðurskifti, ið elvdu til ósemjuna, hvørji páhald partarnir hava havt, og hvørjar grundgevingar partarnir hava havt. Viðurskifti, ið kunnu vekja iva um óheftnið hjá semingsmanninum, skulu við í fundarbókina uttan mun til, um tey verða mett hava týdning fyri viðgerðina av ósemjuni. Hava partarnir umboð við sær, ella lata seg umboða av øðrum, skal hetta førast í fundarbókina. Tulkingarrættur
§ 10 Semingsmaðurin ger sjálvur av øll ivamál um tulking av formligum reglum um semingina og kann í…
Semingsmaðurin ger sjálvur av øll ivamál um tulking av formligum reglum um semingina og kann í átrokandi førum útseta freistir givnar sambært hesi kunngerð. Stk. 2. Stendst ivi um tulking av ásetingum í lóggávuni innan upphavsrættarøkið, kann semingsmaðurin leita sær serkøna og óhefta hjálp. Kostnaður
§ 11 Partarnir bera sjálvir útreiðslurnar av semingsskipanini og hava ábyrgd av, at semingsmaðurin fær…
Partarnir bera sjálvir útreiðslurnar av semingsskipanini og hava ábyrgd av, at semingsmaðurin fær ta samsýning, sum landsstýrismaðurin hevur ásett eftir tilmæli frá pørtunum sambært § 2, stk. 3. Eru fleiri partar, bera allir partar útreiðslurnar við samábyrgd. Stk. 2. Metti kostnaðurin verður latin banka í varðveitslu, áðrenn farið verður í holt við semingsroyndina. Gildiskoma
§ 12 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 11. august 2016 Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.