Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. august 2007 Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um postkassar, postrivur og postkassastøðir
§ 1 Í kunngerð nr. 110 frá 28. september 2005, um postkassar, postrivur og postkassastøðir, verða…
Í kunngerð nr. 110 frá 28. september 2005, um postkassar, postrivur og postkassastøðir, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Inngangurin til kunngerðina verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 13, stk. 2 og § 17 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður ásett:” 2) Í § 9, stk. 2 verður orðið “eina” strikað. 3) Í § 9 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Um adressur, aftaná skrivliga ávaring sambært stk. 2, framvegis ikki lúka ásetingarnar í hesi kunngerð, kann tann postvinnurekandi senda postin aftur til sendaran.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 23. august 2007 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.