Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. oktober 2002 Nr. 83

Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.

§ 1 Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við…

Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 135 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 11 verður orðað soleiðis: ”§ 11. Hesi akfør skulu hava floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, um tey ikki fáa meginfloksgóðkenning: 1) persónbilar til fleiri enn 9 persónar, bilførarin íroknaður, 2) vørubilar, 3) lastbilar, 4) viðfestir vognar til bilar, 5) leguvognar, og 6) prutl.” 2) Í § 12 verður sett sum stk. 3 og stk. 4: ”Stk. 3. Um ikki floksgóðkenning verður givin, skal prutl hava galdandi góðkenningarváttan, ið skjalprógvar eina konstruktivt ásetta ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t. Stk. 4. Framleiðarin, innflytarin ella umboðsmaður hansara kunnu bert útflýggja prutl, hvørs tilgerð og útgerð er í samsvari við floksgóðkenningina ella fráboðaðu góðkenningarváttanina, og sum eftir at verða tilriggað lýkur galdandi krøv um tilgerð av prutli og útgerð tess.” 3) § 58, stk. 2, verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Koyring við royndarspjøldrum er ikki loyvd í tíðini millum kl. 18.00 og kl. 06.00 og heldur ikki sunnudagar ella halgidagar fólkakirkjunnar. Henda regla er tó ikki galdandi fyri ta koyring, sum kemur undir stk. 1, litra e) ella f).”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2002, sbr. tó stk. 2-3

Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2002, sbr. tó stk. 2-3. Stk. 2. 1) Prutl, sum er tikið í nýtslu, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, skal verða skrásett og hava fingið nummarspjaldur innan 1. oktober 2003. Stk. 3. Prutl, ið er umfatað av stk. 2, kann verða góðkent og skrásett grundað á galdandi floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, saman við tíðarbærari váttan frá innflytara ella verkstaði um, at prutlið lýkur galdandi krøv um tilgerð av prutli og útgerð tess. Vinnumálaráðið, 22. oktober 2002 Bjarni Djurholm, (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 5. juni 2003.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙