Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. juni 2019 Nr. 83
Kunngerð um sigling við ferðafólki við smærri bátum, sum verða sjósettir av ferðamannaskipum
Við heimild í § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri ferðamannaskip, ið eru 100 bruttotons til støddar ella meiri, og sum…
Kunngerðin er galdandi fyri ferðamannaskip, ið eru 100 bruttotons til støddar ella meiri, og sum sigla í innara sjóøkinum.
§ 2 Smærri bátar, ið verða sjósettir av ferðamannaskipum at flyta ferðafólk, skulu altíð koma til…
Smærri bátar, ið verða sjósettir av ferðamannaskipum at flyta ferðafólk, skulu altíð koma til eina ISPS-góðkenda havn, ið avvarðandi havnamyndugleiki hevur ávíst. Stk. 2. Sigling í innara sjóøkinum við smærri bátum við ferðafólki, sum ikki hevur til endamáls at flyta ferðafólk inn í ella úr eini ISPS-góðkendari havn, er bannað.
§ 3 Sjóvinnustýrið kann eftir umsókn frá avvarðandi havnamyndugleika í einstøkum førum og undir nærri…
Sjóvinnustýrið kann eftir umsókn frá avvarðandi havnamyndugleika í einstøkum førum og undir nærri ásettum treytum loyva, at ferðafólk verða flutt av einum ferðamannaskipi til eina havn, sum ikki er ISPS-góðkend.
§ 4 Brot á § 2 verður revsað við sekt
Brot á § 2 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. juni 2019 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.