Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. juli 2014 Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
(Mynd, gildi hjá koyrikorti og umskifti av útlendskum koyrikortum)
§ 1 Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 93 frá 11. september 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni. Stk. 2. Við umsóknini skal vera ein mynd av umsøkjaranum. Myndin skal lúka hesi krøv: 1) Myndin skal vera dygdargóð, haldbar og egnað til ljóslesing, uttan stempul, hol ella onnur brek. 2) Myndin skal vera ein vællíknandi portrettmynd í stødd 35x45 mm, har høvdið skal máta 30-36 mm í hæddini. 3) Myndin skal vera tikin beint frammanífrá og vísa andlit umsøkjarans uttan høvuðklæði og tað ovasta av akslunum. 4) Ljósið skal falla javnt á andlitið. 5) Bæði eygu skulu vera fullkomiliga sjónlig og eyguni skulu venda beint móti myndatólinum. 6) Muðurin skal vera afturlatin. 7) Brillur mugu ikki vera tónaðar og skulu vera uttan endurskin. 8) Bakgrundin skal vera ljós og uttan skugga ella onnur myndevni. Stk. 3. Akstovan kann loyva, at umsøkjari hevur klæði á høvdinum á myndini, sbr. stk. 2, um so er, at umsøkjarin av átrúnaðarligum orsøkum biður um hetta. Akstovan kann eisini loyva frávik frá krøvunum í stk. 2, nr. 1-8, um heilt serligar grundir eru fyri hesum. Stk. 4. Við umsókn um koyrikort, skal harafturat vera ein læknaváttan, sum lýkur krøvini í § 19, og eitt prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbr. § 21 a. Stk. 5. Hevur umsøkjari ikki danskan ella norðurlendskan ríkisborgararætt, skal harafturat við umsóknini vera uppihaldsloyvi ella uppihaldsprógv, uttan so, at viðkomandi lógliga kann halda til í Føroyum uttan loyvi. Um so er at Akstovan metir tað vera neyðugt, kann skjalprógv verða kravt fyri, at umsøkjarin hevur vanligan bústað í Føroyum ella prógv fyri, at umsøkjari í minsta lagi hevur verið 6 mánaðir í Føroyum sum lesandi, sbr. § 4.” 2. Aftaná § 3 verður sett: “§ 3 a. Tá umsókn um koyrikort verður latin inn, skal umsøkjarin veita prógv fyri sínum samleika við at vísa áður útgivið koyrikort í ES sniði, sbr. § 47, stk. 2, ella við at vísa eitt galdandi pass. Stk. 2. Harumframt skal umsøkjarin vísa uppruna dópsbræv, navnabræv ella føðibræv, har umsøkjarans P-tal framgongur. Stk. 3. Framgongur umsøkjarans P-tal ikki týðiliga av skjølunum, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, skal umsøkjarin harafturat vísa eitt samleikaprógv, sum er givið út av einum almennum myndugleika, har sum umsøkjarans P-tal týðiliga framgongur. Stk. 4. Framganga tey nøvn, sum umsøkjarin nú nýtir, ikki av teimum í stk. 1-3 nevndu skjølum, hevur umsøkjarin skyldu til eftir umbøn at skjalprógva navnabroytingina við at vísa vígslubræv, navnabræv ella annað skjalprógv um navnabroytingina. Stk. 5. Um útgáva av koyrikorti er treytað av eini koyriroynd ella eini eftiransandi koyriroynd, skal umsøkjarin áðrenn royndina veita prógv fyri samleika sínum, sbr. stk. 1-2, bæði í sambandi við ta ástøðiligu og ta verkligu royndina, sbr. § 33, stk. 3.
§ 3 b Vikið kann vera frá teimum í § 3 a, stk. 1-5 nevndu krøvum til skjalprógv fyri umsøkjarans…
Vikið kann vera frá teimum í § 3 a, stk. 1-5 nevndu krøvum til skjalprógv fyri umsøkjarans samleika, um Akstovan kennir umsøkjaran, ella um umsøkjarin veitir prógv fyri sínum samleika við at svara eftirlitsspurningum. Í serligum førum kann umsøkjarin í staðin veita prógv fyri sínum samleika við at ein persónur, ið kann veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5, møtir saman við umsøkjaranum og skrivliga váttar, at umsøkjarin er tann, ið hann gevur seg út fyri at vera, sannanarvitni. Stk. 2. Um neyðugt, kann Akstovan krevja, at umsøkjarin, hóast treytirnar í § 3 a, stk. 1-5, eru loknar, kortini veitir prógv fyri sínum samleika í samsvari við § 3 b, stk. 1.” 3. Í § 19, stk. l, verður “§ 3, stk. 2, nr. 3,” broytt til: “§ 3, stk. 4,”. 4. Í § 19, stk. 3, verður “§ 3, stk. 2, nr. 1,” broytt til: “§ 3, stk. 2,”. 5. § 33, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Bæði tá umsøkjari fer upp til ástøðisroynd og verkliga roynd, skulu umsóknin, lesiætlan koyrilærarans og møguliga áður útgivið koyrikort verða latin Akstovuni áðrenn royndin byrjar. Lesiætlan skal tó ikki havast við í sambandi við eftiransandi koyriroynd, uttan so er, at eftiransandi koyriroynd verður hildin í sambandi við koyriforboð. Akstovan kann gera av, at umsóknin við váttanum, sbr. § 27, og lesiætlan koyrilærarans, skulu vera Akstovuni í hendi dagin fyri ástøðisroynd ella verkliga roynd. Tá ástøðisroynd og verklig roynd verða hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-2. Ástøðisroynd og verklig roynd kunnu tó verða hildnar, um umsøkjarin á annan og nóg tryggan hátt veitir prógv fyri sínum samleika.” 6. § 50 verður orðað soleiðis: “§ 50. Koyrikort til bólkarnar A, B og B/E og koyrikort til traktor ella motoramboð verður útgivið við gildi í 15 ár, tó í mesta lagi til handhavin hevur fylt 70 ár, sbr. tó § 53.” 7. Í § 51, stk. 2 verður “til handhavin hevur fylt 70 ár,” broytt til: “í 15 ár,”. 8. § 52 verður orðað soleiðis: “§ 52. Koyrikort til bólkarnar C, C/E, D og D/E verður útgivið við gildi í 5 ár, sbr. tó § 53, stk. 2. Stk. 2. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning verður útgivið við gildi í 5 ár, sbr. tó § 53, stk. 2.” 9. § 55, stk. 3 og 4 verða orðaðar soleiðis: “Stk. 3. Við umsóknini skal vera ein fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og stk. 5, 1. pkt., eins og § 3 b verða nýttar samsvarandi. Er koyrikortið mist burtur, váttar umsøkjarin hetta við undirskrift síni á umsóknina undir revsiábyrgd, sbr. § 163 í revsilógini. Skadd koyrikort, sum biðið verður um avrit av, skulu latast Akstovuni. Stk. 4. Persónar, sum hava vanligan bústað í Føroyum, og sum hava gyldugt koyrikort, útgivið í Norra, Íslandi ella landi, sum er limur í Evropeiska samveldinum, kunnu sbrt. ásetingunum í hesi grein fáa útskrivað avrit av koyrikorti, sbr. tó § 2, stk. 3. Ásetingarnar í § 3, stk. 5, 2. pkt., verða í hesum førum nýttar samsvarandi.” 10. § 56, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Við umsóknini skal vera ein mynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5, eins og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.” 11. § 58, stk. 2 og 3 verða orðaðar soleiðis: “Stk. 2. Við umsóknini skulu vera ein fotomynd og ein læknaváttan, sbr. § 3, stk. 2 og 4. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5, eins og § 3 b, verða nýttar samsvarandi. Stk. 3. Við umsókn um víðkan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning og góðkenning til koyrilærara, skal harafturat vera prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhálp, sbr. § 3, stk. 4”. Stk. 4 verður strikað. 12. Í § 61, stk. 1, 1. pkt. verður eftir orðið “koyrikort” sett: “fyri ein ella fleiri koyrikortbólkar”. 13. § 61, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til bólkarnar C, C/E, D og D/E eins og koyrikort til vinnuligan fólkaflutning og koyrikort við átekning um góðkenning sum koyrilærari, skulu vera ein fotomynd og ein læknaváttan, sbr. § 3, stk. 2 og 4. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.” 14. Í § 61 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til bólkarnar A, B og B/E skal vera ein fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi. Hevur umsøkjarin fylt 70 ár, tá koyrikortið verður útgivið, ella gildistíðin er einsæris ásett sbr. § 54, skal harafturat við umsóknini vera ein læknaváttan, sbr. § 3, stk. 4.” Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 4 og 5. 15. § 69, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Verða avmarkingar gjørdar í koyrirættinum, verður nýtt koyrikort útgivið sbr. ásetingunum í kapitli 4. Viðkomandi skal lata inn nýggja fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5 og í hjáveru av starvsfólki hjá Akstovuni undirskriva í serstakum øki á umsóknini. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.” 16. Í § 70, stk. 1, verður 2. pkt. strikað. 17. Í § 70, stk. 2, verður 2. pkt. strikað. 18. § 70, stk. 3, verður strikað. 19. § 70 b, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.” 20. § 71, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.” 21. Í § 71, stk. 4, 1. pkt. verður “§ 3, stk. 2, nr. 3” broytt til: “§ 3, stk. 4”. 22. Í § 82, stk. 2 verða orðini “ein mánað” broytt til: “90 dagar”. 23. § 83, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Eitt koyrikort, útgivið í øðrum londum enn teimum í stk. 1 nevndu, geva handhavanum rætt at koyra somu akfør í Føroyum, sum tað gevur rætt til í landinum, har koyrikortið er útgivið, tó í mesta lagi 90 dagar eftir, at treytirnar um vanligan bústað eru loknar. Tað er tó ein treyt, at koyrikortið annaðhvørt er skrivað við latínskum bókstavum, ella at umseting til føroyskt, danskt, enskt ella franskt mál, sum er gjørd av einum almennum myndugleika ella av felagsskapi, sum í heimlandinum eru heimilað til tess, er løgd við koyrikortinum.” 24. § 85, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Umsøkjarin skal harumframt saman við umsóknini lata Akstovuni koyrikortið, sum søkt veður um at fáa umbýtt. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.” 25. Í § 85, stk. 4, 1. pkt. verður “ § 3, stk. 2, nr. 3” broytt til: “§ 3, stk. 4”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 1. juli 2014 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.