Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. august 1999 Nr. 82
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1 Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru…
Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, verður § 2 orðað soleiðis: “§ 2. Fiskiførum størri enn 90 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, er ikki loyvt at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingar úr grunnlinjunum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, tann. 25. august 1999 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.