Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. september 2026 Nr. 82

Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi

(Ovara aldursmarkið fyri viðgerð í sambandi við kynsligan ágang verður strikað og vikutalið í sambandi við fosturtøku verður strikað)

§ 1 Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá…

Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. apríl 2016 og kunngerð nr. 170 frá 22. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, nr. 8 verður “eftir 12. viku” strikað. 2. § 3, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Freistin er ikki galdandi fyri viðgerð fyri kynsligan ágang, sbrt. § 1, nr. 9.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsu- og orkumálaráðið, 21. september 2026 Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙