Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
17. juli 2024 Nr. 82
Kunngerð um bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun
Við heimild í § 27 í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin) verður ásett:
Endamál
§ 1 Endamálið við bráðfeingisverndini er at forða fyri skaða á sandheyggjar í náttúruøkinum við…
Endamálið við bráðfeingisverndini er at forða fyri skaða á sandheyggjar í náttúruøkinum við sjóvarmálan. Melin og bakkin oman fyri Lónna í Saksun eru partar av einum størri øki, sum verður viðgjørt sum møguligt varandi verndarøki sambært løgtingslógini. Í økjunum eru sandheyggjar, sum eru sjáldsamt náttúruslag og hava virði fyri landslagsmargfeldið og jarðfrøðimargfeldið. Landafrøðilig avmarking
§ 2 Bráðfeingisverndin fevnir um Melina og bakkan oman fyri Lónna í Svartáhaga, fyri uttan, í Sunda…
Bráðfeingisverndin fevnir um Melina og bakkan oman fyri Lónna í Svartáhaga, fyri uttan, í Sunda kommunu, matr. nr. 42. Økini síggjast í skjali 1 og eru tilsamans 2,5 ha til víddar. Vernd
§ 3 Í verndarøkjunum sambært § 2 er bannað at gera nakað, sum minkar um verndarvirðini sambært…
Í verndarøkjunum sambært § 2 er bannað at gera nakað, sum minkar um verndarvirðini sambært verndarendamálinum sum lýstum í § 1, m.a.: 1) at ferðast og dvølja, 2) at gera inntriv, sum kunnu broyta náttúruumhvørvið, eitt nú at byggja, grava, planta, velta ella taða, og 3) at taka burtur plantur, plantupartar, sand og grót. Stk. 2. Stk. 1 geldur ikki fyri seyð og í sambandi við bjargingarátøk. Gildistíð
§ 4 Henda kunngerðin kemur í gildi 18. juli 2024 og fer úr gildi 18. juli 2028
Henda kunngerðin kemur í gildi 18. juli 2024 og fer úr gildi 18. juli 2028. Umhvørvismálaráðið, 17. juli 2024 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Kort, sum vísir Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.