Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 1963 Nr. 82

Kunngerð um cyklur vi hjálpimotori (prutl), sum seinast broytt við kunngerð nr. 102 frá 4. desember 1980

Eftir §§ 2 III, 18 og 57 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu hevur landsstýrið viðvíkjandi cyklum við hjálpimotori fyrisett:

§ 1 1 Cykla við hjálpimotori er at skilja sum 2 ella 3 hjólað cykla við ella uttan pedalum, sum lýkur…

1 Cykla við hjálpimotori er at skilja sum 2 ella 3 hjólað cykla við ella uttan pedalum, sum lýkur treytirnar annars eftir kunngerðini frá 13. december 1963. Stk. 2. Vørucykla má ikki hava hjálpimotor. Stk. 3. Síðu- ella viðfestur vognur má ikki koplast uppií cyklu við hjálpimotori.

§ 2 Motorurin skal hava góðkenning frá landsstýrinum. Góðkenning fæst ikki, uttan so motorurin lýkur…

Motorurin skal hava góðkenning frá landsstýrinum. Góðkenning fæst ikki, uttan so motorurin lýkur fylgjandi treytir: a) at slagvolumen fer ikki uppum 50 cc, b) at hann skal vera so tilgjørdur, at hann kann ikki geva cykluni meira ferð enn 30 km/t fram eftir sløttum, og broyting í hesum má ongin kunna gerast, hvørki við broyting í justering ella á nakran annan hátt, c) at hann skal hava kompressiónslummi ella aðra tilgerð at steðga honum við. Stk. 2. Motorurin skal vera forsvarliga festur á cykluna, og hann má ikki eittans tyngja niðast á for- og afturgafli ella ovast á afturgafli, uttan so gaffilin er serliga gjørdur til tað. Stk. 3. Ongin broyting má gerast í tilgerðini av typegóðkendum motorum. Stk. 4. Motorurin skal hava álítandi ljóðdoyvara, sum skal haldast í góðum standi. Stk. 5. 2 Góðkendir motorar skulu hava eitt góðkenningarmerki, sum ikki má broytast ella koyrast burtur. Tað er forboðið at seta hetta merkið á ikki góðkendar motorar. Merkið skal verða grivið í cylindaran.

§ 3 Cyklustell og forgaffil skulu hava hóskandi og álítandi tilgerð. Vanlig cykla má ikki nýtast.…

Cyklustell og forgaffil skulu hava hóskandi og álítandi tilgerð. Vanlig cykla má ikki nýtast. Cyklustýrið má ikki vera meira enn 70 cm til breiddar. Stk. 2. Allir møtrikkar í forgafli, motori og bremsum skulu antin hava árætting, kontramøtrikk ella festir á annan líka so álítandi hátt. Stk. 3. Cyklan skal hava tvinnar bremsur, sum virka hvør sær. Hvørgin teirra má virka eittans á gummiklædninginum á hjólunum. Stk. 4. Um so er, at afturhjólsbremsan virkar, tá ið stigið verður aftureftir á framtakspedalarnar, skal hon geva fulla bremsu við at trakka pedalarnar niður frá tí teir standa beint aftur og fram. Stk. 5. Cyklan skal hava álítandi dynamolykt fyri framman. Um so er, at ljósið kann blinda, skal lyktin vera so tilgjørd, at hon skjótt kann blindast niður. Hon skal eisini hava afturlykt og aftureftirvirkandi reytt refleksvæl, sum lýkur somu treytirnar sum til eina og hvørja tíð galda fyri motorcyklur. Afturlykt og refleksvæl kunnu havast í einum, bert hvør sær annars lýkur givnar forskriftir sínar. Stk. 6. Cyklan skal hava annaðhvørt eitt horn, sum gevur eitt-tónað ljóð ella klokku, sum ljóðar hvølt.

§ 4 3 Hann, sum hevur staðið roynd hjá bileftirlitinum og hevur fylt 16 ár, kann føra syklu við…

3 Hann, sum hevur staðið roynd hjá bileftirlitinum og hevur fylt 16 ár, kann føra syklu við hjálpimotori. Stk. 2. Bileftirlitið gevur út prógv fyri, at avvarðandi hevur staðið roynd, og hetta prógv skal førari undir akstri altíð hava hjá sær og sýna myndugleikunum, um tað verður kravt. Stk. 3. Tað er ein treyt, at førari av syklu við hjálpimotori er edrúuligur og hevur nóg góða sjón og hoyrn og annars andligan og kropsligan førleika. Hetta kann verða kravt prógvað við læknakanning, um so er, at umstøðurnar tala fyri tí. Stk. 4. Tað verður her fyrisett, at hann, sum fylt hevur 16 ár, kann fáa loyvi í tilskilað tíðarskeið at venja seg í akstri við cyklu við hjálpimotori á minni fjølgongdum vegateini og annars eftir nærri av politivaldinum fyrisettum forskriftum í staðin fyri at taka lærdóm í akstri hjá góðkendum aklærara. Stk. 5. Endamálið við tí teoretisku royndini er, um viðkomandi hevur nóg miklan kunnleika at føra akfarið og at handfara tað, til reglurnar í ferðslulógini, reglurnar um føraraábyrgd og skyldur, overving, at kenna til rúsdrekkanýtslu og ferðsluregulerandi tiltøk yvirhøvur. Stk. 6. Endamálið við royndini í verki eg at vita, um viðkomandi dugir nóg mikið væl at fáast við sítt akfar, og um hann í verki dugir at gera nýtslu av tí, hann hevur lært um ferðslureglur o.t.

§ 5 Aftaná 1. januar 1964 verða cyklur við hjálpimotori ikki skrásettar hjá politivaldinum og heldur…

Aftaná 1. januar 1964 verða cyklur við hjálpimotori ikki skrásettar hjá politivaldinum og heldur ikki koma tær undir sýn hjá tí motorsakkøna eftirlitsmanninum, men skulu afturímóti framvegis vera tryggjaðar eftir reglum, sum galda fyri onnur motorakfør, smbr. § 57 í ferðslulógini. Stk. 2. Tað verður fyrisett her, at cyklur við hjálpimotori sum próvførslu fyri, at tær eru tryggjaðar, skulu hava sjónskt nummarspjaldur fest aftan á cykluni, so onki kemur afturfyri sum viðføri, klæðir o.t. Stk. 3. Nummarspjøldrini eru at fáa hjá tryggingini.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1964

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1964. 1) Broytt við kunngerð nr. 43 frá 27. juni 1966 2) Broytt við kunngerð nr. 102 frá 4. desember 1980 3) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 2. apríl 1974

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙