Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. august 1991 Nr. 81
Kunngerð um flutning av matvørum, ísi, salti o.t.
Við heimild í §§ 17, 19, 20 og 41 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Undir flutningi av matvørum, ísi, salti o.t. skulu hesar vørur vera vardar móti sól, regni,…
Undir flutningi av matvørum, ísi, salti o.t. skulu hesar vørur vera vardar móti sól, regni, vindi, dusti eins og aðrari dálking, sum kann ávirka góðskuna á vørunum sum heild til tað verra. Við flutning í hesum sambandi skilst eisini av- og áskipan, lasting, lossing og goymsla á t.d. bryggju í samband við hetta arbeiðið. 2. stk. Flutningsbilar skulu vera lokaðir. Undantak kann verða givið frá hesum, og tá skal presending vera breidd út yvir vøruna. 3. stk. Í flutningsskipum, ið einans sigla innanoyggja, skal presending vera breidd út yvir vøruna. 4. stk. Í flutningsskipum, ið sigla millum Føroyar og útlond, skal vøran vera goymd í bingjum ella undir taki, og við hóskandi kulda.
§ 2 Har sum vøran verður goymd í flutningsskipinum/-bilinum skal innrættingin og tilfarið vera…
Har sum vøran verður goymd í flutningsskipinum/-bilinum skal innrættingin og tilfarið vera soleiðis, at lætt er at halda reint, og har skal altíð vera reint og nossligt.
§ 3 Eigarin av flutningsskipinum/-bilinum hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða…
Eigarin av flutningsskipinum/-bilinum hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 4 Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar, og…
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar, og kann áleggja eigaranum av flutningsskipinum/-bilinum tey boð ella forboð, ið verða roknað fyri at vera neyðug fyri at tryggja, at kunngerðin verður hildin.
§ 5 Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefti ella fongsul upp í 1 ár
Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefti ella fongsul upp í 1 ár.
§ 6 Henda kunngerð fær gildi 1. november 1991
Henda kunngerð fær gildi 1. november 1991.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.