Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. juni 2014 Nr. 81
Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar verður ásett:
§ 1 Hundar í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.tíl., sum eru opin…
Hundar í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.tíl., sum eru opin fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær. Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri bygdirnar Árnafjørð, Svínoy, Mikladal og Trøllanes.
§ 2 Brot á § 1 verður revsað við bót
Brot á § 1 verður revsað við bót.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 8. januar 2003 um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Kirkjubøar kommunu. Vinnumálaráðið, 18. juni 2014 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.