Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. juni 2019 Nr. 81

Kunngerð um útbjóðing av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 19. mars 2025

Við heimild § 5, stk. 2, § 6, stk. 2-4, § 6 a, stk. 1 og 2 og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018, verður ásett:

Alifirðir

§ 1 1) Søkjast kann um aliloyi á fylgjandi alifirðum

1) Søkjast kann um aliloyi á fylgjandi alifirðum: 1) Kaldbaksfjørður til: a) Aling á landi av matfiski av laksi og sílum. b) Menningarloyvi, sbr, § 12, stk. 2 í kunngerð um tillutan av aliloyvum, til aling á sjónum av matfiski. c) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum. 2) Eystan fyri Nólsoynna til: a) Menningarloyvi, sbr, § 12, stk. 2 í kunngerð um tillutan av aliloyvum, til aling av matfiski av laksi og sílum. b) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur. 3) Gøtuvík til: a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum. 4) Skálafjørður til: a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum. 5) Funningsfjørður til: a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum. 6) Famjin til: a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum. 7) Skálavík til: a) Sjóbúningarstøð til laks. 8) Svínoyarvík til: a) Aling av lívfiski á landi.

§ 2 Á hvørjum alifirði, nevndur í § 1, verður bert givið

Á hvørjum alifirði, nevndur í § 1, verður bert givið: 1) eitt loyvi til aling á landi av matfiski av laksi og sílum, 2) eitt menningarloyvi, 3) eitt laksaaliloyvi, 4) eitt loyvi til aling á sjónum av ryggleysum dýrum og krabbadýrum, og 5) eitt loyvi til aling á sjónum av algu. Almenn lýsing av útbjóðing

§ 3 Heilsufrøðiliga starvsstovan stendur fyri almennnu lýsingini av útbjóðingini av aliloyvum, nevnd…

Heilsufrøðiliga starvsstovan stendur fyri almennnu lýsingini av útbjóðingini av aliloyvum, nevnd í § 1. Stk. 2. Søkjast kann um aliloyvi, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lýst útbjóðingina eftir stk. 1. Stk. 3. Áðrenn lýst verður um útbjóðing av aliloyvum til aling av ryggleysum dýrum, lamellibranchiata, ger Heilsufrøðiliga starvsstovan kanningar við atliti at matvørutrygd. Viðgerð og tillutan

§ 4 Fyri viðgerð og tillutan av aliloyvum galda reglurnar í kunngerð um tillutan av aliloyvum

Fyri viðgerð og tillutan av aliloyvum galda reglurnar í kunngerð um tillutan av aliloyvum. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann umframt eftir kunngerð um tillutan av aliloyvum í lýsingini eftir § 3 eisini seta treytir, metingarstøði og krøv um upplýsingar. Gildiskoma

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. juni 2019 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 32 frá 19. mars 2025.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um útbjóðing av aliloyvum · innanhýsis
Galdandi · 19. mars 2025

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙