Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juni 2013 Nr. 81

Kunngerð um bilsmiðútbúgving

Kapittul 1 Um útbúgvingina

Kapittul 2 Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Kapittul 3 Førleikamál við útbúgvingarlok

Kapittul 4 Sveinaroynd

Kapittul 5 Gildiskoma

Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingina

Kapittul 1 Um útbúgvingina

Í útbúgvingini til bilsmið fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki: 1) Viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kg, 2) ráðgeving og kundatænasta í sambandi við viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kg, 3) lógir og reglur í sambandi við viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kg, og 4) ráðlegging og útinnan av arbeiði við virðing fyri umhvørvinum og trygdini á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum. Kapittul 2 Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Kapittul 2 Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 4 ár. Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis: 1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og 2) sveinaroyndarskeið, 5 vikur. Stk. 2. Skúlagongdin í 1.-3. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinar og vallærugreinir. Skemalagda undirvísingartíðin er 1.800 pultstímar.

Næmingurin skal hava 5 almennar lærugreinir. Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali: 1) Alisfrøði E, 72 pultstímar. 2) Enskt E, 72 pultstímar. 3) Føroyskt E, 72 pultstímar. 4) Støddfrøði E, 72 pultstímar. 5) Vallærugrein E, 72 pultstímar. Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinirnar er til samans 360 pultstímar, harav 72 pultstímar eru til eina vallærugrein, sum skúlin bjóðar út. Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennum lærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er til samans 1385 pultstímar við hesum lærugreinum: 1) Bensin- og dieselmotorar. 2) Bilaumhvørvi. 3) Bremsur. 4) Eldsløkking. 5) Fyrstahjálp. 6) Motorstýringar. 7) Ravtøkniskipanir. 8) Skrokkur. 9) Stýrigreiðir og fjaðran. 10) Transmissión. 11) Trygdar- og hentleikaútbúnaður. Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

Skemalagda tímatalið til vallærugreinir, sum eru yrkislærugreinir, er til samans 102 pultstímar. Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinum, sum eru yrkislærugreinir, verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

Fyri hvørt skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 90 pultstímar. Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.

Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina. Kapittul 3 Førleikamál við útbúgvingarlok

Kapittul 3 Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir: 1) at greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd, arbeiðsumhvørvi og góðskuábyrgd, 2) at umvæla og viðlíkahalda við at nýta handbøkur og elektroniskar leitimiðlar, 3) at greiða úr hondum tær vanligu arbeiðsuppgávurnar í samstarvi við starvsfelagar og vera við til at menna dygdina og framleidni, umframt at tryggja eitt gott rakstrarúrslit á verkstaðnum og veita góða tænastu til viðskiftafólkið, 4) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipan við tilhoyrandi stýriskipanum, 5) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ravmagnsskipan og startara, 6) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðurnar og undirvognin við tilhoyrandi stýriskipanum, 7) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda transmissiónina, 8) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ljós- og viskaraskipanina, 9) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda mekaniska bygnaðin á bensin- og dieselmotorum, 10) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda motorstýringarskipanir á bensin- og dieselmotorum, 11) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda køli- og klimaskipanina, 12) at greiða úr hondum eftirlit og gera persónbilar sýnsklárar, 13) at kanna brek og umvæla trygdar- og hentleikaútbúnaðin, 14) at kanna brek og umvæla ravmagnsskipanina, tað veri seg við støði í breiðari vitan um talgildu og samgildu ravtøknina og mátiteknik, undir hesum vitan um orkubroytara, samgilda til talgilda broyting, bygnað av tólbúnaði við bus, CPU, tólmenni og I/O-eindum, harumframt vitan um tey serstøku aðalkrøvini og leiðbeiningar fyri dátusamskifti, ið knýtir seg til CAN bus, og 15) at greiða frá vitan um tøkniliga menning og nýskapan við tí fyri eyga at minka um ávirkanina á umhvørvi, t.d. menning av ravtøknibilum, motortøkni, róðurgreiðir, brennievni, transmissión og brennikyknutøkni. Stk. 2. Harafturat skal næmingurin duga at handfara sveisi- og skeriamboð vandaleyst og hava innlit í at valsa, bukka, skarra og klippa tunnplátur og rætta upp buglur. Næmingurin skal eisini hava innlit í skrokkbygnaðin. Kapittul 4 Sveinaroynd

Kapittul 4 Sveinaroynd

Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2. Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið sbrt. kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, hava góðkendan lærusáttmála og hava tikið koyrikort til persónbil undir 3.500 kg., bólkur B. Yrkisnevndin kann í serligum føri víkja frá kravinum um koyrikort. Stk. 3. Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir: 1) Skemaløgd undirvísing í yrkislærugreinum á 137 pultstímar, lutað á 19 dagar, og 2) sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum í útbúgvingini.

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd. Til skrivligu royndina fær næmingurin 3 klokkutímar. Stk. 2. Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina. Stk. 3. Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina. Stk. 4. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtali 02 fyri skrivligu royndina.

Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um tvær handaligar uppgávur, har próvtøkuhátturin er settur saman av einum handaligum og einum munnligum liði. Stk. 2. Næmingurin fær 12 klokkutímar lutaðar á 2 dagar til verkligu royndina. Uppgávurnar verða býttar millum næmingarnar við lutakasti. Stk. 3. Undir arbeiðinum við uppgávunum skal næmingurin hava møguleika fyri munnliga at greiða frá arbeiðsgongdini í mun til uppgávuloysnina. Stk. 4. Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkligu royndina. Lærarin og metingardómararnir skulu vera hjástaddir, meðan næmingarnir arbeiða við verkligu royndini. Stk. 5. Givið verður eitt próvtal fyri verkligu royndina. Stk. 6. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtali 02 fyri verkligu royndina.

Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við ¼, og próvtalið fyri verkliga partin vektast við ¾.

Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina. Kapittul 5 Gildiskoma

Kapittul 5 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni. Mentamálaráðið, 3. juni 2013 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙