Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. juni 2010 Nr. 80

Kunngerð um gjald fyri raksturin av Vanlukkutryggingarráðnum

Við heimild í § 27, stk. 5, i løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður ásett:

§ 1 Tryggingarfeløgini, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar, bera kostnaðin fyri raksturin av…

Tryggingarfeløgini, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar, bera kostnaðin fyri raksturin av Vanlukkutryggingarráðnum sambært § 27, stk. 5, i løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið sendur hvørt ár áðrenn 1. mars eina uppgerð til gjaldingar grundað á rakstrarkostnaðin av Vanlukkutryggingarráðnum í undanfarna ári. Stk. 3. Útreiðslurnar, ið standast av ásetingunum í § 27, stk. 4, i løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, haruppií útreiðslur til vegleiðandi úttalisir frá Arbejdsskadestyrelsen, verða tó rindaðar so hvørt av viðkommandi tryggingarfelagi í sambandi við einstøku málsviðgerðina og eftir áheitan frá Vanlukkutryggingarráðnum. Stk. 4. Ársgjaldið hjá tí einstaka tryggingarfelagnum verður ásett av Vanlukkutryggingarráðnum í mun til talið av fráboðanum, móttiknar frá viðkommandi tryggingarfelagi.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010

Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010. Vinnumálaráðið, 17. juni 2010 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙