Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. juli 2024 Nr. 80

Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan

(Upprokna býtingartal á útrokningargrundarlagið hjá nýútbúnum)

§ 1 Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119…

Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 2, men áðrenn yvirskriftina áðrenn § 3, verður sett: “§ 2 a. Studningur, sum telur við í útrokningargrundarlagið hjá nýútbúnum, sbrt. § 20 a í løgtingslógini, verður upproknaður við einum býtingartali. Býtingartalið verður upproknað soleiðis: 1) Um útgoldin studningur + A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi er kr. 30.000 ella minni, telur útgoldna upphæddin við sum áljóðandi, 2) um útgoldin studningur + A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi er kr. 65.000 ella minni, tó meira enn kr. 30.000, telur útgoldna upphæddin við sum áljóðandi faldað við 1,2 ella 3) um útgoldin studningur + A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi er størri enn kr. 65.000, telur útgoldna upphæddin við sum áljóðandi faldað við 1,35. Stk. 2. Nýútbúgvin, sum hava verið í starvi í minsta lagi 3 mánaðir og minni enn 12 mánaðir eftir loknan lestur, kunnu velja, at útrokningargrundarlagið fyri barsilsgjaldið skal vera fyri starvstíðarskeiðið í staðin fyri 12 teir seinastu mánaðirnar fyri fráveruna, sbrt. § 12, stk. 1, 1. pkt.” 2. Í § 4, stk. 2 verður “25.000” broytt til: “30.000”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2024

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2024. Umhvørvismálaráðið, 15. juli 2024 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙