Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. juni 2018 Nr. 80
Kunngerð um upptøku í ognarmeklaraskránni
Við heimild í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7 og stk. 7 í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður ásett:
§ 1 Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir ognarmeklarar
Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir ognarmeklarar. Stk. 2. Til tess at verða tikin upp í ta í stk. 1 nevndu skrá, skal umsøkjari, umframt at lúka krøvini í § 25, stk. 2, nr. 1-4 og 8-10 í løgtingslógini, 1) prógva at hava verið í fulltíðarstarvi í minst 2 ár í einari ognarmiðlanarfyritøku og við hesum hava fingið aktuella praktiska vitan um ognarmiðlan ella gjøgnum annað starv hava fingið samsvarandi praktiska vitan um ognarmiðlan, 2) leggja fram prógv um at hava staðið ognarmeklaraútbúgving og á tann hátt at hava ognað sær ástøðiligt innlit í ognarmiðlan, og 3) rinda eitt gjald upp á 1.000 kr. Stk. 3. Skráseting Føroya lýsir nærri ta kravdu praktisku vitanina um og ástøðiliga innlitið í ognarmiðlan, nevnt í stk. 2, nr. 1 og 2.
§ 2 Skráseting Føroya viðger umsóknir um upptøku í ognarmeklaraskránni
Skráseting Føroya viðger umsóknir um upptøku í ognarmeklaraskránni. Stk. 2. Søkt verður um at verða tikin upp í ognarmeklaraskránni við at lata inn umsókn til Skráseting Føroya.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. juni 2018 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.