Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. februar 2007 Nr. 8

Kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi

§ 1 Í kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 6 verður innsett sum nýtt stk. 2: “Stk. 2. Loyvisnevndin kann loyva loyvishavara at skeinkja uttandura á avmarkaðum øki uppat skeinkingarloyvisstaðnum, har skeinkingarloyvi er givið eftir § 1. Áðrenn loyvi verður latið, skal ummæli vera fingið til vega frá kommunalu myndugleikunum á staðnum og løgregluni.” 2) § 7 verður orðað soleiðis: “§ 7. Loyvishavari hevur skyldu til at ansa eftir, at rúsdrekka ikki verður latið út úr húsunum, smb. tó § 6, stk. 2, og at rúsdrekka bara verður flýggjað gestunum í íløtum at drekka úr á staðnum. Loyvisnevndin kann tó loyva matstovum, ið hava skeinkingarloyvi at selja rúsdrekka út úr húsinum til móttøkur og veitslur saman við tilgjørdum mati og í lutfalsligari nøgd. Tað er tó ein treyt, at bílegging er framd í minsta lagi eina viku frammanundan, at tiltakið verður hildið.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 13. februar 2007 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
skeinkingarloyvi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 5 frá 13. januar 2011 · innanhýsis
Áður galdandi · 7. mai 1992

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙