Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. februar 2019 Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a.
(Eftirlønargjald, frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld leggjast aftrat endurgjaldi fyri leiðbeinaraskipan)
§ 1 Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv,…
Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a., sum broytt við kunngerð nr. 24 frá 23. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7, stk. 2 verður “stk. 5” broytt til: “stk. 3”. 2. Í § 7, stk. 5 verður “stk. 5” broytt til: “stk. 3”. 3. Í § 8, stk. 3 verður 2. pkt. strikað. 4. Í § 10 verður “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 12. februar 2019 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.