Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. juni 2010 Nr. 79

Kunngerð um gjalding av útreiðslunum til sjúkuviðgerð og uppvenjing, umframt protesur, v.m., eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini

Við heimild í § 44, stk. 5, í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógini) verður ásett:

§ 1 Útreiðslur í sambandi við sjúkuviðgerð og uppvenjing av skadda, umfamt útreiðslur til útvegan…

Útreiðslur í sambandi við sjúkuviðgerð og uppvenjing av skadda, umfamt útreiðslur til útvegan ella umvæling av protesum, brillum og øðrum hjálpitólum, verða goldnar eftir reglunum í hesi kunngerð. Stk. 2. Tá tað í hesi kunngerð eru knýttir rættarvirknaðir til ta umstøðu, at málið er undir viðgerð, galda hesir: 1) frá fráboðanini av skaðanum til avvarðandi tryggingarfelagið ella Vanlukkutryggingarráðið, til ráðið tekur avgerð um mein og mist vinnuføri, 2) um so er, at Vanlukkutryggingarráðið finnur, at grundarlag er fyri uppafturtøku, sbr. lógarinnar § 44, stk. 4, frá áheitanini hjá skadda um uppafturtøku, til ráðið tekur nýggja avgerð, 3) frá dagfestingini av fráboðanini hjá Vanlukkutryggingarráðnum um uppafturtøku av ráðsins ávum, tá tað ikki við tí fyrru avgerðini er ásett ein dagur fyri uppafturtøkuni, og til ráðið tekur nýggja avgerð, og 4) frá tí degi, sum Vanlukkutryggingaráðið áður hevur ásett fyri uppafturtøku av málinum, tá uppafturtøkan verður gjørd av ráðsins ávum, til ráðið tekur nýggja avgerð. Stk. 3. Hevur skaddi biðið um uppafturtøku av einum máli, har Vanlukkutryggingarráðið hevur boðað tryggjaða frá, at ein fráboðaður tilburður ikki hevur havt avleiðingar, sum geva rætt til veitingar sambært lógini, sbr. lógarinnar § 32, skal málið metast at vera undir viðgerð frá fráboðanini hjá ráðnum um, at málið er endað, og til ráðið tekur nýggja avgerð. Stk. 4. Verður ein avgerð kærd til Ankestyrelsen, sum hareftir vísir málið til nýggja viðgerð, skal málið metast at vera undir viðgerð frá avgerðini hjá Ankestyrelsen, og til ráðið tekur nýggja avgerð um at vísa málið til nýggja viðgerð.

§ 2 Útreiðslur í sambandi við sjúkuviðgerð og uppvenjing verða goldnar um so er

Útreiðslur í sambandi við sjúkuviðgerð og uppvenjing verða goldnar um so er: 1) at sjúkuviðgerðin/uppvenjingin er ein fylgja av arbeiðsskaðanum, 2) verður sett í verk undir viðgerðini av málinum og 3) av tryggingarfelagnum, ávikavist landinum ella Vinnusjúkugrunninum, ella Vanlukkutryggingarráðnum verður mett sum neyðug fyri at fáa best møguligan heilsubata. Stk. 2. Tað er ein fyritreyt, at útreiðslan ikki kann gjaldast eftir lóggávuni um almenna heilsutrygd ella sum liður í eini viðgerð á almennum sjúkrahúsi. Stk. 3. Uppvenjingin skal harumframt gerast sum eftirviðgerð undir læknaligum eftirliti í beinleiðis tilknýti til sjúkuviðgerðina.

§ 3 Útreiðslur í sambandi við neyðuga sjúkuviðgerð/uppvenjing, sum er sett í verk áðrenn ein…

Útreiðslur í sambandi við neyðuga sjúkuviðgerð/uppvenjing, sum er sett í verk áðrenn ein arbeiðsskaði er fráboðaður, kunnu verða goldnar, um so er, at skaðin verður viðurkendur og treytirnar eftir § 2 annars eru loknar. Stk. 2. Útreiðslur í sambandi við sjúkuviðgerð/uppvenjing, sum fer fram eftir viðgerðina av málinum, kunnu, undir tí fyritreyt, at treytirnar eftir § 2 annars eru loknar, verða goldnar: 1) um so er at sjúkuviðgerðin/uppvenjingin ella fullføranin av henni má útsetast av læknaligum ávum og er góðkend av Vanlukkutryggingarráðnum undir viðgerðini av málinum, ella 2) um so er, at eitt frammanundan tíðarliga avmarkað tal av framhaldandi sjúkuviðgerðum/uppvenjingartilgongdum, sum fyrst kunnu endast eftir viðgerðina av málinum, kunnu skjalprógvast at vera settar í verk undir viðgerðini av málinum, ella 3) um so er, at ein frammanundan tíðarliga avmarkað sjúkuviðgerð/uppvenjing, sum fyrst eru settar í verk eftir viðgerðina av málinum, kunnu skjalprógvast at vera bindandi avtalaðar undir viðgerðini av málinum.

§ 4 Útreiðslur í sambandi við protesur, brillur og onnur hjálpitól, sum verða útvegað undir…

Útreiðslur í sambandi við protesur, brillur og onnur hjálpitól, sum verða útvegað undir viðgerðini av málinum, verða goldnar, undir tí fyritreyt at útveganin er neyðug fyri at tryggja útlitini av sjúkuviðgerðini ella uppvenjingini, minka um avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum ella gjølligari at kunna áseta varandi meinið og missin av vinnuførinum. Stk. 2. Undir somu treytum sum nevndar í stk. 1, verða goldnar útreiðslur til hjálpitól, v.m., sum verða flýggjaðar, eftir at Vanlukkutryggingarráðið hevur tikið avgerð um varandi mein og miss av vinniføri, um so er, at hjálpitólið v.m. kan skjalprógvast at verða bílagt áðrenn hesar avgerðir eru tiknar. Stk. 3. Útreiðslur í sambandi við hjálpitól, v.m., sum nevnd eru í stk. 1 og 2, sum verða fingin til vega uttan fyri tað tíðarskeið, sum málið er undir viðgerð, verða goldnar undir samsvarandi treytum, sum ásettar eru eftir § 3 fyri gjald av útreiðslum í sambandi við sjúkuviðgerð/uppvenjing, um so er, at treytirnar eftir stk. 1 og 2 annars eru loknar.

§ 5 Útreiðslur til umvæling, møguliga endurnýggjan av einum hjálpitóli, v.m., sum nevnt er í § 4,…

Útreiðslur til umvæling, møguliga endurnýggjan av einum hjálpitóli, v.m., sum nevnt er í § 4, kunnu verða goldnar um so er, at hjálpitólið v.m. hevur fingið skaða ella er oyðilagt sum fylgja av arbeiðinum ella teimum umstøðum, arbeiðið fer fram undir.

§ 6 Kunngerðin kemur í gildi 1. juli 2010, og er galdandi fyri allar avgerðir, um teir av kunngerðini…

Kunngerðin kemur í gildi 1. juli 2010, og er galdandi fyri allar avgerðir, um teir av kunngerðini umfataðu spurningar um gjald, sum verða tiknar gildiskomudagin ella seinni. Vinnumálaráðið, 17. juni 2010 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙