Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 77 29. juni 2016

Kunngerð um at vátta vekt av pakkaðum bingjum

Við heimild í § 2, stk. 2, § 11 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri avskiparar av góðsi, sum verður liðugt pakkað í bingjur í Føroyum,…

Kunngerðin er galdandi fyri avskiparar av góðsi, sum verður liðugt pakkað í bingjur í Føroyum, sum skulu flytast sum altjóða flutningur sjóvegis. Stk. 2. Kunngerðin er harafturat galdandi fyri skipsførarar á føroyskum skipum og á útlendskum skipum í føroyskum havnum, ið taka pakkaðar bingjur umborð, sum skulu flytast sum altjóða flutningur sjóvegis. Stk. 3. Kunngerðin fevnir ikki um bingjur, sum verða fluttar á chassisrammu ella trailara, tá hesar bingjur verða koyrdar umborð á ella í land av ro-ro-skipum á stuttum ferðum í altjóða farvatni. Allýsing

§ 2 Í hesi kunngerð er at skilja sum

Í hesi kunngerð er at skilja sum: 1) Avskipari: Persónur ella løgfrøðilig eind, sum er nevnd í farmaskjalinum, flutningsváttanini ella í samsvarandi multimodalum flutningsskjali t.d. eini framhaldsflutningsváttan, sum avskipari ella tann, sum hevur ella vegna onkran annan hevur gjørt flutningsavtalu við eitt reiðarí. 2) Bingja: Flutningseind, sum er ásett í altjóða sáttmálanum fyri tryggar bingjur frá 1972, International Convention for Safe Containers (CSC), við seinni broytingum. Leggjast skal upp fyri endurskoðaðu tilmælunum um samsvar av fatan og verkseting av altjóða sáttmálanum um tryggar bingjur frá 1972, við seinni broytingum, CSC.1/Cirk. 138/Rev.1. 3) Ein góðkend mannagongd: Góðskuskipan, ið tryggjar, at váttaða vektin verður ásett sambært skjali 1 til hesa kunngerð, og sum er myndað, framd og verður viðlíkahildin í samsvari við ein góðkendan standard t.d. DS/EN ISO 9001:2008: Góðskuleiðsluskipanir, Krøv, og DS/EB ISO 19011:2012: Skoðan av leiðsluskipanum, Vegleiðing. 4) Ein hóskandi vekt: Eitt mátingartól, sum lýkur krøvini í kunngerð um mátitekniskar eftirlitsásetingar fyri: a) Ikki-sjálvvirkandi vektir, t.e. vektir, sum krevja, at ein passari er hjástaddur, tá vigað verður í neyvleikaklassa IV ella betri, sbrt. bekendtgørelse for Færøerne om måletekniske kontrolbestemmelser for ikke-automatiske vægte, ella b) sjálvvirkandi vektir, t.e. tól, sum ásetir nøgdina av eini vøru uttan passara í neyvleikaklassa Y ella betri, sbrt. bekendtgørelse for Færøerne om måletekniske kontrolbestemmelser for ikke-automatiske vægte. 5) Stutt altjóða ferð: Ein altjóða ferð, har eitt skip ongantíð er meira enn 200 sjómíl frá eini havn ella einum staði, har ferðafólk og manning kunna fáast á trygt stað. Hvørki frástøðan millum síðstu atkomuhavn í landinum, har ferðin byrjar, og endaligu atkomuhavnina ella heimferðin má vera meira enn 600 sjómíl. Endaliga atkomuhavnin er seinasta atkomuhavnin á ætlaðu ferðini, áðrenn skipið byrjar heimferðina til tað landið, har ferðin byrjaði. 6) Pakkað bingja: Ein bingja, sum er pakkað ella fylt við løgum, gassum, føstum evnum ella lastevnum, undir hesum plattar, pakki- og festingartilfar so sum surringar, skorður og garnering. 7) Flutningsskjalið: Skjalið, har avskipari ella persónur, ið avskipari hevur heimilað, boðar frá og við undirskrift síni váttar upplýsingar um vektina á pakkaðu bingjuni. 8) Farmafyriskipari: Persónur, sum hevur fingið heimilað ábyrgdina av farmaøki ella øðrum stað, har skipið skipar inn ella út, og sum hevur ábyrgdina av arbeiðinum í sambandi við avvarðandi skip. 9) Váttaða vektin: Samlaði bruttomassin á eini pakkaðari bingju, sum er ásett við: a) Mannagongd 1: At pakkaða bingjan verður viðgað á hóskandi vekt sambært ásetingum frá avvarðandi myndugleika í tí landi, har bingjan varð liðugt pakkað, ella b) mannagongd 2: At viga allar pakkar og lastevni, undir hesum nøgdina av plattum, garnering og festingartilfari, sum skal pakkast í bingjuna, og leggja pakkitilfarsvektina á bingjuni saman við summinum av einstøku nøgdunum við einari góðkendari mannagongd, sum avvarðandi myndugleiki í landinum, har bingjan varð liðugt pakkað, hevur góðkent, sí skjal 1. Umsitingarlig viðurskifti

§ 3 Sjóvinnustýrið kann fremja eftirlit við avskiparum og skipum fyri at tryggja, at virksemið fer…

Sjóvinnustýrið kann fremja eftirlit við avskiparum og skipum fyri at tryggja, at virksemið fer fram í samsvari við ásetingarnar í hesi kunngerð. Stk. 2. Sjóvinnustýrið góðtekur royndir, sum verða gjørdar av góðkendum royndarstovnum, undir hesum royndarstovnum í ES londum, í EFTA londum, sum eru sáttmálapartar við EBS avtaluni, og í Turkalandi, sum geva hóskandi og nøktandi trygd fyri teknisku, fakligu og óheftu dygdini av royndunum. Stk. 3. Avrit av skjølum úr talgildum miðlum verða eisini góðtikin, tá tað í hesi kunngerð verður sett krav um skjalprógv fyri váttaðu vektini. Skyldur hjá avskipara

§ 4 Avskipari av góðsi, sum verður liðugt pakkað í bingjur í Føroyum, og skal flytast sum altjóða…

Avskipari av góðsi, sum verður liðugt pakkað í bingjur í Føroyum, og skal flytast sum altjóða flutningur sjóvegis, skal áseta váttaðu vektina við at nýta eina hóskandi vekt ella eina góðkenda mannagongd og seta upplýsingarnar um váttaðu vektina inn í flutningsskjalið, sum hoyrir til bingjuna. Stk. 2. Flutningsskjalið skal latast skipsførara ella umboðsfólki hjá hesum og farma fyriskiparanum í fyrstu fermingarhavn so mikið tíðliga, at flutningsskjalið kann nýtast í fermingarætlanini hjá skipinum.

§ 5 Avskipari av góðsi, sum verður liðugt pakkað í bingjur í Føroyum, og skal flytast sum altjóða…

Avskipari av góðsi, sum verður liðugt pakkað í bingjur í Føroyum, og skal flytast sum altjóða flutningur sjóvegis, skal eftir umbøn vísa Sjóvinnustýrinum skjalprógv fyri, at váttaða vektin er ásett sambært eini góðkendari mannagongd. Fyrivarni í sambandi við innskipan

§ 6 Ein pakkað bingja má ikki verða skipað inn, um skipsførarin ella umboðsfólk hansara og…

Ein pakkað bingja má ikki verða skipað inn, um skipsførarin ella umboðsfólk hansara og farmafyriskiparin ikki hava fingið upplýsingar um váttaðu vektina á bingjuni. Stk. 2. Fyri at fáa ásett váttaðu vektina á eini pakkaðari bingju, kunnu skipsførarin ella umboðsfólk hansara og farmafyriskipari velja at áseta hana. Revsing, gildiskoma o.a.

§ 7 Brot á §§ 4, 5 og 6 verður revsað við bót

Brot á §§ 4, 5 og 6 verður revsað við bót. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2016

Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2016. Stk. 2. Í teimum førum, har flutningurin sjóvegis er byrjaður áðrenn 1. juli 2016, kann flutningurin fara fram til atkomuhavnina uttan upplýsingar um váttaða vekt. Stk. 3. Í tíðarskeiðinum fram til 30. juni 2017 kann sum valmøguleiki til hóskandi vekt, t.e. mannagongd 1, nýtast mátiútgerð, ið tryggjar, at vektin á skipaðu bingjuni verður ásett við einum neyvleika á +/- 1.000 kg. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 29. juni 2016 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Áseting av váttaðari vekt, tá ið pakkar, lastevni o.a. verður vigað í pakkaðari bingju. Mannagongd 2. 1. Útrokning av bruttonøgdini á eini pakkaðari bingju 1.1. Stig 1. Vektin á góðsinum Vektin á hvørjari góðseind, ið skal avskipast, verður ásett við at leggja saman vektina á hvørjum einstøkum góðsi. Viðvíkjandi leysafarmi kann vektin ásetast í sambandi við framleiðslutilgongdina, annaðhvørt við at viga við stillaðari áfyllingarútgerð ella við at viga vøruna. 1.2. Stig 2. Vektin á pakkitilfarinum Vektin á pakkitilfarinum verður ásett við støði í upplýsingunum frá framleiðaranum um pakkitilfarið ella við upplýsingum frá avskipara ella farmasendara, sum hevur váttað og innskrivað upplýsingarnar í eina góðskuskipan ella líknandi skipan. 1.3. Stig 3. Vektin á plattum, surringartilfari og dunnage Vektin á plattum, tilfari til innpakking og til at surra við, t.d. stengur at skorða ímillum við og dunnage, verður annaðhvørt ásett við støði í upplýsingum frá framleiðara ella við støði í upplýsingum frá avskipara ella farmasendara, ella við støði í vektupplýsingum, ið eru innskrivaðar í eina góðskuskipan ella líknandi skipan hjá viðkomandi avskipara ella farmasendara. Tað er ábyrgd avskiparans at taka støðu til rættleikan á tílíkum upplýsingum. 1.4. Stig 4. Eginvektin á tómari bingju Avskiparin eigur at nýta ta eginvekt, ið er upplýst á bingjuni. 1.5. Stig 5. Bruttovektin á pakkaðu bingjuni Fyri at staðfesta bruttovektina á pakkaðu bingjuni eigur vektin, sum er ásett sambært omanfyri nevndu stigum 1-4, at verða løgd saman. 2. Neyvleikin við útrokningini av bruttovektini á eini pakkaðari bingju 2.1. Tá mannagongd 2 verður nýtt til útrokning, kunnu tær ymisku vektirnar, ið verða lagdar saman til at staðfesta bruttovektina á pakkaðu bingjuni, skifta. Til dømis er vektin á træplattum, dunnage og sperristongum treytað av vætustiginum. Vektútgerð, sum verður nýtt at staðfesta vektina á einstaka góðsinum, eins og smærri munir í eginvektini á tómu bingjuni, kunnu gera sítt til, at vektin kann skifta. 2.2. Við hesi mannagongd er neyðugt at ásannað, at tílík frávik í vektini kunnu koma fyri, tá váttaða bruttovektin á eini pakkaðari bingju skal staðfestast. Tílík frávik skulu skjalfestast og viðgerast sum partur av góðskuskipan avskiparans. Í hesum sambandi eigur at verða tryggjað, at vektin á tílíkum frávikum er uttan týdning í mun til røttu vektina. 2.3. Á sama hátt mugu frávikini av vektini á eini pakkaðari bingju ikki avmarka ábyrgd avskiparans til at staðfesta váttaðu bruttovektina nágreiniliga í samsvari við ásetingarnar í SOLAS – kap. VI, regla 2.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙