Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. juli 2024 Nr. 77

Kunngerð um broyting í kunngerð um tillutan av aliloyvum

(Broytingar í skjali 2 o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá…

Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 26. juni 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 5, stk. 2, § 6, stk. 2-4, § 6 a, stk. 1 og 2, § 8, stk. 3, § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 14, stk. 4, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3, § 18 a, stk. 7, § 20, § 22, stk. 4, § 23, stk. 4 og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:” 2. Í § 1, § 3, nr. 2, § 7, stk. 2, § 10 stk. 1, nr. 4, stk. 2, nr. 1 og 2, § 11, stk. 1, 2. pkt., tvær staðni í § 14, nr. 6, í nr. 12, 13 og 14, og § 15, stk. 1 verður “løgtingslóg um aling av fiski v.m.” broytt til: “løgtingslógini”. 3. Yvirskriftin yvir § 5 verður orðað soleiðis: “Alifirðir” 4. Í § 7, stk. 1 verður “Ásetingar í §§ 7 og 7 a løgtingslóg um aling av fiski v.m.” broytt til: “Ásetingar §§ 7 og 7 a í løgtingslógini”. 5. Yvirskriftin yvir § 16 verður orðað soleiðis: “Eftirlit” 6. § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Avgerðir, sum aliumsitingin hevur tikið sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.” 7. Skjal 2 í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 8. juli 2024 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 “Skjal 2 Aðrir alifirðir enn teir í skjali 1 nevndu, sum kunnu verða nýttir til aling A. Lívfirðir 1) Skopunarfjørður, soleiðis avmarkaður: Við beinum linjum millum hesi staðarnøvn: Trøllhøvdi, Hælurin syðst á Hesti, Kirkjubønes syðst á Streymoynni, Borðan syðst á Nólsoynni og Hvalnes norðanfyri Skálavík á Sandoynni. 2) Svínoyarvík. B. Aðrir alifirðir, sum ikki eru fevndir av skjali 1 ella litra A 1) Kaldbaksfjørður. 2) Sandvík. 3) Fámjin. 4) Skálafjørður. 5) Eystan fyri Nólsoynna. 6) Rituvík.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙