Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juli 2006 Nr. 77

Kunngerð um friðing av ósanum við Leynar

Við heimild í § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1 Frá 15. juni til 1. oktober er øll fiskiveiða bannað í ósanum við Leynar – frá sjónum og niðan…

Frá 15. juni til 1. oktober er øll fiskiveiða bannað í ósanum við Leynar – frá sjónum og niðan til laksatrappurnar – og á sjónum innan fyri eina linju millum Stóruurð í Leynum og Slíggjhellugjógv á Stykkinum 100 m úr landi. Stk. 2. Fiskirannsóknarstovan fær heimild til at taka merktan laks við ljósi í áum, sum renna í Leynavatn og Mjáuvøtn frá 15. august og at kasta nót við áarmunnarnar á Leynavatni og Mjáuvøtnum frá 1. oktober. Á sama hátt verður loyvt Fiskirannsóknarstovuni at taka lívfisk.

§ 2 Brot á § 1 verður revsað eftir § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap

Brot á § 1 verður revsað eftir § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Tó er § 1, stk. 1 ikki galdandi í…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Tó er § 1, stk. 1 ikki galdandi í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2006 til gildiskomuna av hesi kunngerð. Fiskimálaráðið, 3. juli 2006 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙