Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juni 2013 Nr. 77

Kunngerð um matvøruatstøðisútbúgving

Kapittul 1 Um útbúgvingina

Kapittul 2 Innihald í útbúgvingini

Kapittul 3 Eftirmeting

Kapittul 4 Sveinaroynd

Kapittul 5 Gildiskoma

Við heimild í § 5, stk. 2, § 9, stk. 1, § 12 og § 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, og § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2 og § 18 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingina

Kapittul 1 Um útbúgvingina

Í útbúgvingini til gastronomatstøðisútbúgvingini fær næmingur førleika sum gastronomatstøðari. Útbúgvingin er støði undir framhaldandi yrkisútbúgving innan matyrkið.

Gastronomatstøðisútbúgvingin tekur 1 ár og 6 mánaðir og er skipað soleiðis: 1) Støðisútbúgvingarparturin varir 1 ár og er skipaður sum eitt støðisár í skúla, og 2) yrkisútbúgvingarparturin, sum er seinni partur í útbúgvingini, varir 6 mánaðir og er skipaður sum ein yrkisútbúgving. Stk. 2. Næmingur, sum hevur staðið støðisútbúgvingarpartin, fær prógv fyri støðisútbúgvingarpartin. Stk. 3. Næmingur, sum hevur staðið støðisútbúgvingarpartin, kann fáa avriksflutning í hesum í gastronomútbúgvingini. Stk. 4. Næmingur, sum hevur staðið støðisútbúgvingarpartin, yrkisútbúgvingarpartin og sveinaroyndina, sbrt. § 12, hevur lokið útbúgving sum gastronomatstøðari.

Næmingur í gastronomatstøðisútbúgvingini skal røkka hesi førleikamál: 1) Keyp og søla: Duga at keypa, bíleggja og móttaka vørur, gera kostnaðarætlanir og at rokna kostnað. 2) Vørugóðska: Duga at meta um rávørugóðsku, hava vitan um matvørur við atliti at heilsu, tilfari og eginleikum. 3) Tilgerð: Duga at tilgera skundverðar, heitar, flógvar og kaldar rættir út frá røttum tilreiðingarhættum. 4) Matgerð: Duga at lýsa grundleggjandi matgerðar- og framleiðsluhættir og duga at matgera vanligar føroyskar og útlendskar rættir. 5) Matlæra: Duga at lýsa føðslufrøði og serkost til fólk á bústovnum, sjúkrahúsum o.tíl. 6) Borðreiða: Duga at borðreiða rættir og veita góða kundatænastu. 7) Arbeiðshættir o.a.: Duga at nýta rættan arbeiðshátt, røtt amboð og rættan útbúnað. 8) Innaneftirlit: Duga sjálvstøðugt at fremja innaneftirlit. 9) Reinføri o.a.: Duga at arbeiða við atliti at reinføri, arbeiðsumhvørvi, trygd, tíðarnýtslu, kostnaði og dygd. 10) Samstarv: Duga at arbeiða og samstarva í toymum og loysa faklig mál, sjálvstøðugt og í toymi. 11) Samskifti: Duga at málbera seg munnliga og skilja áhugamál og sjónarmið hjá øðrum og tæna kundum og gestum væl og siðiliga. 12) Ábyrgdarviðurskifti: Duga at læra nýtt, menna hugskot og taka ábyrgd fyri egnari virkisgongd. 13) Matmentan: Duga at lýsa og meta um føroyska og fremmanda matmentan. 14) Starvsvenjing og upplæring: Duga at gagnnýta ástøðiliga vitan í verkliga partinum av útbúgvingini. Stk. 2. Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsætlanini. Kapittul 2 Innihald í útbúgvingini

Kapittul 2 Innihald í útbúgvingini

Í støðisútbúgvingarpartinum eru lærugreinirnar býttar sundur í almennar lærugreinir, vallærugreinir, yrkislærugreinir og í starvsvenjing. Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd góðkennir námsætlanirnar fyri yrkislærugreinir og starvsvenjing.

Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali: 1) Enskt E, 72 pultstímar. 2) Føroyskt E, 72 pultstímar. 3) Støddfrøði E, 72 pultstímar. 4) Vallærugrein E, 72 pultstímar.

Einstaki næmingurin skal í minsta lagi velja eina vællærugrein, sum skúlin bjóðar út.

Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er til samans 774 pultstímar við hesum lærugreinum: 1) Borðreiðing. 2) Føðslufrøði, ástøðilig og verklig. 3) Fyrstahjálp og eldsløkking, lærugreinin skal vera staðin. 4) Framleiðslureinføri. 5) Grundtilgerð. 6) Heilsurøkt. 7) Kostlæra, lærugreinin skal vera staðin. 8) Kundatænasta. 9) Køksvenjing. 10) Matgerð. 11) Matmentan. 12) Matvørureinføri, lærugreinin skal vera staðin. 13) Náttúrufak. 14) Náttúruumhvørvið. 15) Søla og tænasta. 16) Vørukunnleiki.

Skúlin skipar fyri starvsvenjing. Stk. 2. Næmingurin hevur 160 klokkutímar starvsvenjing.

Í yrkisútbúgvingarpartinum er næmingur í læru við lærusáttmála á góðkendum læruplássi í 6 mánaðir, íroknað sveinaroynd. Stk. 2. Verkliga upplæringin á læruplássi er lýst í námsætlan, sum Mentamálaráðið ger, og avarðandi yrkisnevnd góðkennir. Kapittul 3 Eftirmeting

Kapittul 3 Eftirmeting

Fyri hvørt skúlaskeið skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 72 pultstímar. Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina. Kapittul 4 Sveinaroynd

Kapittul 4 Sveinaroynd

Við yrkisútbúgvingarpartslok fer næmingur til sveinaroynd. Stk. 2. Fyri at fara til sveinaroynd skal næmingur hava staðið støðisútbúgvingarpartin og lokið verkliga partin á læruplássi, sbrt. § 9, stk. 1. Stk. 3. Sveinaroyndin fevnir um eina tvørgreinaliga verkætlan, ið tekur støði í yrkislærugreinunum og verkligu læruni. Stk. 4. Skúlin ger uppskot til hóskandi tal av próvtøkuverkætlanum, sum skulu góðkennast av avvarðandi yrkisnevnd. Stk. 5. Til hvørja verkætlan skulu evni, sum næmingurin skal arbeiða við, greitt verða lýst.

Avvarðandi yrkisnevnd ger meginreglur um sveinaroyndina. Sveinroyndin varir 3 dagar og er skipað soleiðis: 1) Næmingurin tekur eina verkætlanaruppgávu, sum hann ítøkiliga skal arbeiða við 2 dagar á skúlanum, og 2) triðja dagin sýnir næmingurin verkætlanina fram, og munnlig próvtøka verður í framhald av hesum. Stk. 2. Í sambandi við próvhoyring í verkætlanini verður eisini próvhoyrt í ymiskum táttum í yrkislærugreinunum. Stk. 3. Við støði í sýningini hevur næmingurin eina framløgu, ið varir uml. 15 minuttir. Síðani verður næmingurin próvhoyrdur í umleið 15 minuttir við støði í framløguni. Stk. 4. Fyri verkætlanina og próvhoyringina í verkætlanini verður givið 1 próvtal, ið verður ásett av metingardómarunum og próvhoyrara. Stk. 5. Sveinaroyndin er staðin, um úrslitið av sveinaroyndini er í minsta lagi 02.

Tá ið sveinaroyndin er staðin, fær næmingurin frá Yrkisdeplinum útflýggjað sveinabræv. Kapittul 5 Gildiskoma

Kapittul 5 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni. Mentamálaráðið, 3. juni 2013 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙