Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. apríl 1993 Nr. 76
Kunngerð um kravda siglingartíð tá ið sjóvinnubrøv verða útgivin, sum broytt við kunngerð nr. 185 frá 4. november 1993
Samsvarandi §§ 2, 3, 4, 5, 6, 7, 9, 11, 12, 13 og 33 í løgtingslóg nr. 16 frá 3. mars 1988 um sjóvinnu hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Siglingartíð sambært hesi kunngerð verður roknað sum virkin tænasta um borð
Siglingartíð sambært hesi kunngerð verður roknað sum virkin tænasta um borð. Stk. 2. Við uppgerð av siglingartíð í sambandi við útgávu av sjóvinnubrævi, verður, tá ið ikki annað er tilskilað, íroknað dekstænasta ella tænasta sum skipsatstøðari á motorhavskipum 20 tons til støddar ella meira. Stk. 3. Sjóvinnufyrisitingini verður heimilað at fremja tær heimildir, sum eftir sjóvinnulógini eru latnar Føroya Landsstýri um siglingarkrøv, trygdarskeið, um simulatornýtslu og góðkenning fyri siglingartíð fyri at sjóvinnubrøv verða útgivin eftir hesi kunngerð.
§ 2 Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling krevst, at umsøkjarin 1) hevur tikið lut í grundskeiði á góðkendum sjóvinnuskúla ella um borð á góðkendum skúlaskipi og havt tænastu á havskipi í 6 mánaðir, ella 2) hevur havt tænastu á havskipi í 12 mána›ir.
§ 3 Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2., 3. ella 4. stigi krevst, at umsøkjarin
Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2., 3. ella 4. stigi krevst, at umsøkjarin 1) hevur tikið lut í grundskeiði á góðkendum sjóvinnuskúla ella um borð á góðkendum skúlaskipi og havt tænastu sum ófulltikin matrósur, dekkari ella skipsatstøðari við havskipi á 20 tons ella meira í minsta lagi í 18 mánaðir, ella 2) hevur havt dekstænastu sum fiski- ella deksmaður á havskipi á 20 tons til støddar ella meira í minsta lagi í 36 mánaðir, harav skulu vera 18 mánaðir á havskipi á 200 tons til støddar ella meira, ella 3) lýkur treytirnar fyri mynstring sum fulltikin matrósur, dekkari ella treytirnar í § 23 í lógini um mynstring sum fulltikin skipsatstøðari, ella 4) lýkur tær treytir, sum § 36, stk. 2 í lógini ásetur fyri mynstring sum fulltikin skipsatstøðari og skjalprógvar at vera til vaktartænastu á brúnni førur, ella 5) hevur tikið lut í grundskeiði á gó›kendum sjóvinnuskúla ella um borð á góðkendum skúlaskipi og havt tænastu sum stýrimansnæmingur á havskipum 200 tons til støddar ella meira í 15 mánaðir, harav 10 mánaðir skulu vera uttan fyri heimasigling og har tann yrkisliga upplæringin hevur verið eftir góðkendari útbúgvingarskipan, ella 6) hevur havt tænastu sum radiofjarritari á havskipum í 12 mánaðir og havt dekstænastu í 12 mánaðir á havskipi á 200 tons til støddar ella meira uttan fyri heimasigling, ella 7) hevur havt tænastu sum radiofjarritari á havskipum í 12 mánaðir og havt tænastu sum stýrimansnæmingur á havskipum 200 tons til støddar ella meira í 8 mánaðir uttan fyri heimasigling og har tann yrkisliga upplæringin hevur verið eftir góðkendari útbúgvingarskipan. Stk. 2. Dekstænasta, sum nevnd er í stk. 1, nr. 2, kann vera fingin um borð á vaktar- og bjargingar- og rannsóknarskipum landsins, ella um borð á fiskiskipum á 20 tons ella meira, tó soleiðis, at 18 mánaðir skulu vera á havskipum á 200 tons ella meira. Stk. 3. 1) Tann tænasta, sum nevnd er í stk. 1, nr. 1 fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi, skal vera fingin á havskipi 200 tons til støddar ella meira uttan fyri heimasigling.
§ 4 Fyri at fáa vinnubræv sum heimaskipari krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu
Fyri at fáa vinnubræv sum heimaskipari krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu 1) í 12 mánaðir í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi krevst.
§ 5 Fyri at fáa vinnubræv sum skipari krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu
Fyri at fáa vinnubræv sum skipari krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu 1) í 24 mánaðir í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi krevst, harav 12 mánaðir skulu vera sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella 2) í 36 mánaðir í starvi sum næsthægsti stýrimaður, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi krevst.
§ 6 Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu við…
Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu við havskipi í 12 mánaðir í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi krevst.
§ 7 Fyri at fáa vinnubræv sum skipsførari krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu á havskipi 200…
Fyri at fáa vinnubræv sum skipsførari krevst, at umsøkjarin hevur havt tænastu á havskipi 200 tons til støddar ella meira, har sum vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi krevst, 1) í 24 mánaðir, harav skulu vera 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella 2) í 36 mánaðir sum næsthægsti stýrimaður.
§ 8 Fyri at fáa vinnubræv sum motorpassari krevst, at umsøkjari hevur havt maskintænastu við damp-…
Fyri at fáa vinnubræv sum motorpassari krevst, at umsøkjari hevur havt maskintænastu við damp- ella motorhavskipi í 12 mánaðir.
§ 9 Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst, at umsøkjarin hevur havt…
Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst, at umsøkjarin hevur havt maskintænastu við damp- ella motorskipi í 12 mánaðir.
§ 10 Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi krevst, at umsøkjarin, eftir at hava fingið…
Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi krevst, at umsøkjarin, eftir at hava fingið vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi, hevur havt maskintænastu við damp- ella motorhavskipi í 12 mánaðir, har vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi krevst.
§ 11 Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst, at umsøkjarin hevur havt…
Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst, at umsøkjarin hevur havt maskintænastu á damp- ella motorskipi í 12 mánaðir
§ 12 Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, at umsøkjarin, eftir at hava…
Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi krevst, at umsøkjarin, eftir at hava fingið vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi, hevur havt maskintænastu við damp- ella motorhavskipi í 12 mánaðir, har vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi krevst.
§ 13 Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinstjóri krevst, at umsøkjarin, eftir at hava fingið vinnubræv…
Fyri at fáa vinnubræv sum skipsmaskinstjóri krevst, at umsøkjarin, eftir at hava fingið vinnubræv sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi, hevur havt maskintænastu við damp- ella motorhavskipi í 12 mánaðir, har vinnubræv sum maskinmeistari á 1. stigi krevst.
§ 14 Tann, sum hevur tikið lut í góðkendum skeiði í simulatornýtslu, verður mettur at hava havt eitt…
Tann, sum hevur tikið lut í góðkendum skeiði í simulatornýtslu, verður mettur at hava havt eitt ávíst tíðarbil av teirri kravdu tænastuni eftir hesi kunngerð, sum Sjóvinnufyrisitingin góðkennir sum samsvarandi tænasta á skipi.
§ 15 Fyri útgávu av sjóvinnubrævi sum yvirmaður á brúnni á handilsskipi, sum verða útgivin javnmett…
Fyri útgávu av sjóvinnubrævi sum yvirmaður á brúnni á handilsskipi, sum verða útgivin javnmett við donsk sjóvinnubrøv og við STCW-átekning skulu í minsta lagi 6 mánaðir av teirri kravdu siglingartíðini verða fingin á handilsskipi 200 tons ella meira uttanfyri heimasigling.
§ 16 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 51 frá 9. juni 1989. 1) Broytt við kunngerð nr. 185 frá 4. november 1993.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.