Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. august 1999 Nr. 76
Kunngerð um koyring innandura við trukki
Við heimild í § 17, stk. 1 og stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24 mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum verður ásett:
§ 1 Tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør við brennievnismotorum innandura
Tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør við brennievnismotorum innandura.
§ 2 Arbeiðseftirlitið kann veita undantak frá § 1, tá talan er um
Arbeiðseftirlitið kann veita undantak frá § 1, tá talan er um: 1) trukkar, sum lyfta meir enn 4 tons, 2) trukkar, sum koyra í goymslu- og móttøkuhølum, 3) onnur akfør, sum ikki fáast uttan við brennievnismotorum. Stk. 2. Undantaksloyvi til innandurakoyring verður bert veitt, um Arbeiðseftirlitið fær váttan um, at útluftingin í hølunum er so góð, at persónar, herundir førarin, ikki verða útsettir fyri heilsuskaðiligum árini av útstoytingsgassinum.
§ 3 Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir § 41 í lógini
Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir § 41 í lógini.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 106 frá 19. oktober 1982 um innandura trukkkoyring. Vinnumálastýrið, tann 11. august 1999 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.