Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. august 2026 Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026
(Broyttur inngangur og kvota til vinnuligar fiskiroyndir)
§ 1 Í kunngerð nr. 238 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum…
Í kunngerð nr. 238 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 11. mars 2026, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 7-10 og stk. 3 og 4, § 38, stk. 3, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, løgtingslóg nr. 91 frá 7. mai 2025 og løgtingslóg nr. 49 frá 29. mai 2026, verður ásett:” 2. Aftan á § 7, men áðrenn yvirskriftina til § 8, verður sett: “§ 7 a. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 4.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir samsvarandi § 9 a. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.” 3. Aftan á § 9, men áðrenn yvirskriftina til § 10, verður sett: “Vinnuligar fiskiroyndir
§ 9 a Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari lut í kvotu, ið…
Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 7 a. Stk. 2. Umsóknin skal vera Uttanríkis- og fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 25. september 2026, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar við veiðiloyvi ætlanin er at brúka, umframt upplýsingar um reiðskap, útgerð og leiðir. Stk. 3. Uttanríkis- og fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Uttanríkis- og fiskimálaráðnum ummæli. Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirðið og nýskapanarvirðið í royndunum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 26. august 2026 Bárður á Steig Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.